Maskinmeistarafelagið

 

► Sáttmáli 2017 til prentingar á Føroyskum

 

► Wage Agreement - The Faroese Engineers´ Union 2017

  


  

Sáttmáli
millum
Maskinmeistarafelagið
og
Reiðarafelagið fyri Farmaskip
 
 

§1. Sáttmálafevnd

 

Hesin sáttmáli er bert galdandi fyri limir í Maskinmeistarafelagnum og Reiðarafelagnum fyri Farmaskip.

 

 

§ 2. Starvsetan og uppsøgn

 

Stk. 1. Starvsavtala verður givin sambært løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at gera skrivliga avtalu við sjófólk um setanartreytir.

 

Stk. 2. Uppsagnarfreistin frá reiðara er 1 mánaður til tann seinasta í einum mánaða í fyrstu 6 mánaða starvstíð, og 3 mánaða uppsøgn til seinast í einum mánaði eftir 6 mánaða starvstíð. Uppsagnartíðin verður longd við 1 mánaði fyri hvørt 3. starvsárið, tó longst í 6 mánaðir.
 

Uppsøgn frá maskinmeistara/motorpassara skal gevast við 1. mánaða freist til seinast í einum mánaða.
 

Samsýningin í § 41 í lóg um sjómenn kann mótroknast hesi uppsagnartíð.

 

Stk. 3. Heldur uppsagdi ikki uppsagnartíðina, skal viðkomandi rinda reiðarínum gjald svarandi til løn helvtina av uppsagnartíðini.

 

Stk 4. Verður maskinmeistari uppsagdur av reiðarínum uttanlanda, rindar reiðaríið heimferðina.
 

Um uppsagnarfreistin er úti, áðrenn hann kemur heim, eigur hann hýru til tann dagin, hann er heima. Hetta er ikki galdandi, um hann er uppsagdur, tí hann hevur mishildið tænastuavtaluna.

 

Stk. 5. Tá uppsøgn er grundað á uppløgu, steðg orsakað av dokking, umvæling ella tílíkt, byrjar uppsagnarfreistin fyri maskinmeistara, ið hevur verið meira enn 1 ár í reiðarínum, ikki fyrr enn skipið ella maskinmeistarin er heimkomin.

Stk. 6. Um maskinmeistari, eftir boðum frá reiðarínum, skiftir til annað skip, sum er í lægri lønarklassa, áðrenn hann hevur verið heima í frítíð, skal hann hava ta hýru, hann hevði, áðrenn hann skifti. Skiftir hann uttanlanda, er §7 í sjólógini galdandi, ið sigur, at maskin-meistari skal ikki vera yvir 6 mánaðir heimanifrá. Skiftir maskinmeistari, eftir at hann hevur sagt upp, má tað ikki økja uppsagnartíðina.

 

Stk. 7. Fyri ein maskinmeistara, ið er heima og sigur upp, áðrenn hann skal mynstra á aftur, steðgar starvstíðin og við tí rætturin til hýru, tá frítíðin, hann hevur til góðar, er greidd, um so er, at tað ikki ber reiðarínum til at fáa hann umborð á eitt av hinum skipunum í reiðarínum innanfyri restina av tí í stk. 2 ásettu uppsagnarfreist.

 

Stk. 8. Um so er, at tað sum er nevnt í stk. 5 og 6 hevur við sær ferðaútreiðslur til og av skipi, rindar reiðaríið hesar útreiðslur.

 

Stk. 9. Støðug uppsøgn, tað er uppsøgn, ið verður endurtikin 3. hvønn mánað, ella hvønn mánað, er ógyldug.

 

Stk. 10. Hevur maskinmeistari verið í reiðarínum í meira enn ½ ár, kann viðkomandi eftir avtalu við reiðaran hava makan við umborð í í mesta lagi 3 mánaðir um árið.

 

Stk. 11. Verður makin umborð í meira enn 3 mánaðir, verður kostpeningur goldin til skipið. Flutningsútreiðslur, ábyrgd og trygging eru reiðarínum óviðkomandi.

 

Stk. 12. Omanfyri nevnda er tó treytað av, at umstøðurnar umborð gera hetta gjørligt, og at skipið ikki er í vinnu, sum treytar serligar førleikar til tey, sum eru við skipinum.

 

Stk. 13. Sum frystiskip verða roknað øll skip, sum hava frystilast størri enn 1000 m³.

 

Stk. 14. Bert avspáking, vunnin seinastu útmynstring, kann mótroknast uppsagnartíðina. Avspáking vunnin í uppsagnartíðini er partur av uppsagnartíðini frá reiðara. Avspáking vunnin áðrenn uppsøgnina telur ikki við í uppsagnartíðina frá manning..


 

§ 3. Hýra

 

Stk. 1. Í førstu mánaðarhýruni er íroknað viðbót fyri eina arbeiðstíð, ið er 11 tímar um samdøgrið. Vanlig mattíð er íroknað arbeiðstíðina, tá tað ikki verður gingið vakt.

 

Stk. 2. Fyri arbeiði, sum maskinmeistari arbeiðir yvir 11 tímar í einum samdøgri, verður úrtíðarlønin roknað sum mánaðarlønin/173 + 15%.

 

Stk. 3. Forvunnin yvirtíð kann í samráð við reiðaríið umroknast til frítíð soleiðis:
 

2/3x8 yvirtímar = 8 vanligar tímar = 1 frídag.

 

Stk. 4. Sáttmálahýran hækkar við 2,2 % tann 01.03.2017 og við 2,3% tann 01.03.2018.

 

Lønartalvan er at síggja í fylgiskjalinum til henda sáttmála, og er at meta sum partur av hesum sáttmála.

 

Stk. 5. Yvirtíðarskipanin er tó ikki galdandi fyri maskinstjórar.

 

Stk. 6. Avloysing: Tá maskinmeistari virkar í hægri starvi, skal hann verða løntur við tí hýru og frítíð, ið svarar til starvið.

 

Stk. 7. Tá skift verður frá einum skipi til annað, fáa maskinmeistarar hýru í bíðitíðini.

 

Stk. 8. Maskinfólkið hevur rætt til at fáa hýruna útgoldnað í seinasta lagi tann 1. í mánaðinum aftaná, at hon er vunnin.
 

Verður hon goldin aftaná tann 10., skulu 1,5% leggjast afturat, annars 1,5% fyri hvønn mánað, resthýran ikki er goldin.

 

Stk 9. Maskinmanningin verður lønt eftir hjáløgdu lønartalvu.

 

Stk. 10. Fyri sigling í bólki 1 og 2 verða latnar til einameistarar hesar mánaðarligu viðbøtur ístaðin fyri yvirtíð:

 

1. mars 2017

Bólkur 1 1.303,00 kr
Bólkur 2 1.432,00 kr


 

1. mars 2018

Bólkur 1 1.333,00 kr
Bólkur 2 1.466,00 kr


Viðbøturnar hækka framyvir við sama % stigi sum lønartalvan.

 

Stk. 11. Maskinmanningin hevur rætt til frítíðarískoyti, sambært § 11, stk. 1 í galdandi løgtingslóg um frítíð við løn, nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum.


 

§ 4. Eftirlønartrygging

 

Reiðaríið flytir vegna manningin 9 % til eina av báðum pørtum góðkenda eftirlønarskipan. Eftir 1. mars 2018 verður eftirlønin 10%.
 

Eftirlønargevandi er grundhýran sambært lønartalvuni umframt tær viðbøtur, sum eru nevndar í §2, stk. 3 í sersáttmálanum fyri frálandavinnu (Multi purpose standby, supply- og ankarhandler vessels).

 

Eftirlønin verður flutt samstundis sum lønin verður goldin.

 

 

 

§ 5. Frítíð

 

Stk. 1. Fyri hvørjar 30 dagar umborð fær maskinmanningin 30 dagar frí við fullari hýru. Íroknað hesum frídøgum er frítíð sambært galdandi løgtingslóg um frítíð nr. 30 frá 7 apríl við seinni broytingum.

 

Stk. 2. í samband við avvikling av frítíð hava maskinmeistarar rætt til, at halda minst 25 samanhangandi frídagar pr. 30 dagar umborð, áðrenn útmynstring. Restin kann avroknast til útgjaldingar sambært galdandi sáttmála.

 

Stk. 3. Frídagar verða avgreiddir, sunnu- og halgidagar íroknaðir.

 

Stk. 4. Maður, sum hevur verið samanhangandi í tænastu 3 mánaðir í sama reiðaríi og ikki hevur verið heima í Føroyum í hesum tíðarskeiði og ynskir at halda frí í Føroyum, eigur heimferðina goldnað av reiðarínum.

 

Stk. 5. Reiðaríið verður at leggja frítíðina tilrættis soleiðis, at eftir 10 vikur útmynstring eigur viðkomandi fría ferð og frí eftir stk. 1 við somu føstu mánaðarløn, sum undir útmynstring.

Verður skift týttari, verður tað uttan kostnað fyri reiðaríið.
 

Ikki avgreiddir frídagar kunnu goymast til seinni avspasering eftir galdandi sáttmála. Uppspard frítíð kann útgjaldast, um maskinmanningin og reiðarí eru samd um hetta.
 

Avtala kann gerast millum reiðarí og maskinmanning um, at upp til 10 dagar kunnu mótroknast komandi frídøgum, um menn ikki eru slopnir avstað aftur til tíðina.

 

Stk. 6. Ferðadagar útyvir 1 ferðadag telja sum 0-dagar. Tað vil siga, at løn verður goldin fyri dagin, men frídagur ikki upptjentur.

 

Stk. 7. Frítíðin kann eisini verða hildin undir uppløgu (arbeiðsloysi), um so er, at reiðaríið frammanundan hevur boðað frá hesum.

 

Stk. 8. Fyrsti frídagur er dagurin aftaná heimkomu til heimland sjómansins, og seinasti frídagur er dagurin fyri, viðkomandi fer úr heimlandi sjómansins.

 

Stk. 9. Ferðaútreiðslur hjá avloysara rindar reiðaríið.

 

Stk. 10. Um frítíðin, sum er skipað sambært stk. 5 í hesi grein, verður broytt, skal reiðaríið boða maskinmeistara frá hesum uttan óbeyðugt drál.

 

Stk. 11. Maskinstjórar ganga ikki vakt, meðan skipið er í havn, um maskinmanningin er tveir manns ella fleiri umframt maskinstjóran.

 

Stk. 12. Fyri útmynstring longri enn 10 vikur verður latið 1/3 frídag pr. dag fyrstu 14 dagarnar og 2/3 frídag pr. dag fyri eftirfylgjandi dagar.

 


§ 6. Sjúka og vanlukkutilburðir


Stk. 1. Í mun til avmynstring vegna sjúku ella vanlukku verður víst til lóg um starvsviðurskifti hjá sjófólki.

 

Stk. 2. Eftirsituløn: Um maður doyr, meðan hann er í starvi, eiga kona ella børn undir 18 ár, sum hann hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsituløn í upp til 3 mánaðir. Hevur hann verið í reiðarínum í fimm ár sum yvirmaður, hava tey rætt til upp til 4 mánaðir. Uppspard frítíð verður at rokna sum verandi umframt omanfyri nevnda.

 


§ 7. Vanligar viðtøkur

 

Stk. 1. Við skipum, ið hava meir enn 1 maskinmeistara, verða teir nevndir við hesum heiti:

 

Maskinstjóri
1. maskinmeistari
2. maskinmeistari
3. maskinmeistari o.s.fr.
Junior- maskinmeistari

Skipselektrikari

 

Stk. 2. Rokkið maskinmeistaraprógv gevur viðkomandi rætt til at mynstra sum juniormaskinmeistari.

 

Stk. 3. Um so er, at tað eru færri maskinmeistarar enn tað, ið lógin ásetur, ella um maskinmeistari fellur frá á túrinum, verður hýran hjá tí írestaða lutað sambært sjómanslógini § 23.

 

Stk. 4. Hýran hjá tí írestandi maskinmeistara verður lutað millum hinar, meðan sjóvaktin gongur .

 

Stk. 5. Reiðaríið heldur koyggjuklæðir og handklæðir. Á koyggjum verður skift 14. hvønn dag og handklæðir hvørja viku.

 

Stk. 6. Tá ið arbeitt verður til midnátt ella út á náttina, eiga teir, ið arbeiða, rætt til eyka máltíð á midnátt, smyrjubreyð og kaffi. Hetta skal verða umbiðið so vítt gjørligt áðrenn kl. 18.00.

 

Stk. 7. Reiðaríið skal syrgja fyri, at messa, kømur o.t. verður hildið reint, um manning er til tess.

 


§ 8. Kostpeningur

 

Stk. 1. Meðan skipið er heima og kostur ikki fæst, í tænastu umborð verður goldið 110 kr. fyri hvønn dag.
Í tænastu heimanifrá verða, tá kostur ikki fæst, almennu dagpengasatsirnir fyri tænastuferðir til Danmarkar brúktir, í løtuni 360 kr

 

Stk. 2. Um kravt verður, at maskinmeistari skal arbeiða ella hava eftirlit umborð og ikki er ámynstraður, meðan skipið er heimanífrá, skal reiðaríið gjalda allar útreiðslur í samband við vist og uppihald í samráð við viðkomandi maskinmeistara.
 

Um eingin onnur avtala fyriliggur, eru somu reglur viðv. arbeiðstíð, løn og frítíð galdandi sum fyri útmynstring.

 


§ 9. Limagjald

 

Stk. 1. Reiðaríið rindar vegna maskinmanningina til Maskinmeistarafelagið í limagjaldi tann til eina og hvørja tíð galdandi % sats, í løtuni 1% av allari útgoldnari løn.

 

Stk. 2. Partarnir eru samdir um, at teir hava felags áhuga í, at sjómenn og reiðarar eru skipaðir í ávíkavist fakfelag og reiðarafelag.

 

Partarnir skulu eftir tørvi kunna um fyrimunirnar við at vera við í felagsskapi. Eisini skulu partarnir virka fyri at tryggja, at sáttmálin verður hildin.


 

§ 10. Trygging

 

Stk. 1. Tá reiðaríið rindar fyri ferðing hjá maskinmanning, skal tað eisini rinda trygging av ferðagósi.

 

Stk. 2. Við skipbrot ella annan skaða, t.d. eldsbruna, rindar trygging reiðarans fyri mistar ognir samb. sjómanslógini § 42 stk. 1.

 


§ 11. Fyllskapur

 

Stk. 1. Nýtsla av rúsevnum í arbeiði og undir ferðing til skipið kann hava við sær burturvísing.


 

§ 12. Eftirútbúgvingar og skeiðvirksemi

 

Stk. 1. Maskinmeistarar hava skyldu til, eftir boðum frá reiðarínum í álmanakkaárinum at nýta upp til 5 dagar av frídøgunum til skeið-virksemi. Allir frídagar, sum vera nýttir umframt hesar geva rætt til ein frídag. Hevur reiðaríið ikki boðað frá áðrenn 1. desember, ber ikki til at taka av frídøgunum til skeið í viðkomandi álmanakkaári.

 

Stk. 2. Eftirlit í sambandi við nýbygging, fundir við reiðaríið og tílíkt virksemi, sum ikki beinleiðis kann kallast skeið/útbúgving, kemur ikki undir hesa reglu.

 

Stk. 3. Hevur maskinmeistari við árslok ikki biðið reiðaríið um at sleppa at nýta møguligar avlopsdagar (av teimum 5) til viðkomandi útbúgvingarendamál næsta álmanakkaár, detta hesir avlopsdagar burtur sum skeiðdagar, men varðveitast sum frídagar.

 

Stk. 4. Maskinmeistari avtalar við reiðaríið um teir í stk. 3 nevndu avlopsdagar, og skulu teir nýtast áðrenn árslok næsta álmanakkaár.

 

Stk. 5. Reiðaríið rindar skeiðgjald. Reiðaríið rindar eisini ferða- og vistarhaldsútreiðslur, annaðhvørt eftir avtalu, ella eftir rokning.

 

Stk. 6. Vil reiðaríið hava maskinmeistarar á skeið longur enn 5 dagar, galda hesar reglur:
 

• Varar skeiðið longur enn eina viku skulu leygardagar og sunnudagar ikki nýtast av frídøgunum.
• Varar skeiðið longur enn 4 samanhangandi vikur, og tað eftir hetta verða skeið 4 teir fyrstu dagarnar í vikuni, so verður 5. dagurin í vikuni ikki tikin av frídøgunum.


 

§ 13. Skipan fyri skipsyvirmenn uttan neyðuga siglingstíð

 

Skipsyvirmenn uttan neyðuga siglingstíð eru sum meginregla fevndir av høvuðsáttmálanum, tó við teimum ásetingum, sum her eru tilskilaðar.

 

Stk. 1. Útmynstringarskipanin er 2-1, soleiðis at skilja, at fyri hvørjar 30 dagar umborð fáa skipsyvirmenn eftir hesi skipan 15 frídagar. Onnur skipan kann verða nýtt, um partarnir eru samdir um hetta.
 

Stk. 2. Reiðaríið verður at leggja frítíðina til rættis soleiðis, at eftir 3 mánaða útmynstring eigur viðkomandi fría ferð og frí eftir stk. 1 við somu føstu mánaðarløn, sum undir útmynstring.

Verður skift týttari, verður tað uttan kostnað fyri reiðaríið.
 

Stk. 3. Lønin er ásett í lønartalvuni við 2-1 skipan. Um onnur skipan verður avtalað, eigur lønin at vera tillagað samsvarandi hesari. Upphæddin hækkar framyvir við sama %-stigi sum lønartalvan.
 

Stk. 4. Uppsagnartíðin fyri tey, sum eru sett sambært hesi grein, er 1 mánaði frá reiðaríi og ½ mánaði frá yvirmanninum.

 

Stk. 5. Skipsyvirmaðurin hevur rætt til at fáa frálæru í øllum viðkomandi skipanum umborð, og áleggur tað reiðarínum at bera so í bandi, at hetta kann lata seg gera.
 

Stk. 6. Setanin og ásetingarnar í hesi grein eru bert galdandi í tíðarskeiðnum til yvirmaðurin hevur siglt sær fyrsta vinnubrævið til, ávíkavist STCW III/2 fyri maskinmeistarar og STCW II/2 fyri stýrimenn. Um viðkomandi heldur fram í starvi eftir hetta, er hetta at meta sum nýggj setan, har sáttmálaviðurskiftini og lønin verða sambært vanligu ásetingunum í høvuðssáttmálanum.

 

 

 

§ 14. SIT-næmingar

 

Reiðarafelagið er við í eini skipan, har SIT-næmingar kunnu fáa starvsvenjing umborð á farmaskipum. Hetta verður sett í verk, tá myndugleikarnir hava gjørt neyðugar skipanir fyri slíkari starvsvenju.

 

 

§ 15

 

Feløgini viðurkenna tað samfelagsgagnliga í, at praktikantar kunnu vera partur av manningini, treytað av, at hetta ikki ávirkar fasta manningartalið.

 

 

 

§ 16. Arbeiðsklæðir

 

Reiðaríið keypir arbeiðsklæðir til maskinmeistarar.


 

§ 17. Farloyvi

 

Maskinmeistari kann fáa farloyvi, tá tað ikki stríðir ímóti áhugamálum hjá reiðarínum.
 

Um farloyvi verður givið í sambandi við útbúgving, íð tænir áhugamálum hjá reiðarí-num, kann avtala gerast um frí við niðursettari løn. Farloyvi kann verða givið 1 ár í senn.


 

§ 18. Maskinstjórar

 

Maskinstjórar kunnu verða undantiknir frá hesum sáttmála, um partarnir eru samdir um hetta og treytað av, at teir sjálvir vátta hetta fyri Maskinmeistarafelagnum.


 

§ 19.Sersáttmálar

 

Stk. 1. Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Farmaskip eru samd um, at
maskinmeistarar kunnu gera sersáttmála beinleiðis við reiðaríið.

 

Stk. 2. Treytin fyri einum slíkum sersáttmála er:
 

a) At grundreglurnar eru tær somu sum í høvuðssáttmálanum

 

b) At avtalan, ið verður gjørd, samanlagt ikki er verri enn høvuðssáttmálin

 

c) At hóast limirnir hava sersáttmála, at teir tó hava skyldu til at rinda tað til eina og hvørja tíð
galdandi limagjald til Maskinmeistarafelagið.
 

d) At uppsøgn av avtaluni fylgir høvuðssáttmálanum

 

e) Har eginavtalur eru gjørdar eru gjørdar ímillum sjófólk og reiðarí, verður henda tikin upp tey ár, kollektivur sáttmálasamráðingar annars eru. Miðað verður ímóti, at hon verður tikin upp innan 6 mánaðir eftir, at kollektivu sáttmálasamráðingar er loknar.

 

Umframt dagføring av sjálvari eginavtaluni, skal samrøðan innihalda eina meting av førleikunum hjá sjófólkinum og framtíðar menningarmøguleikar. Tá talan er um sjófólk eldri enn 60 ár verða eisini møguligar tillagingar í setingarviðueskiftunum viðgjørdar.

 

f) Um sjófólk ynskja at ráðføra seg við yrkisfelag sítt, um avtaluna ella broytingar í henni, skulu tey hava høvi til tess. Yrkisfelagið hevur tagnaðarskyldu um øll viðurskifti í avtaluni

 

 

§ 20. Seming og tulking av sáttmálanum

 

Stk. 1. Er sáttmálin uppsagdur, og partarnir ikki koma ásamt, ella annar parturin ber seg undan samráðingum, verður víst til semingslógina (lóg nr. 39, frá 13. mai 2013).

 

Stk. 2. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarrættin.


 

§ 21. Gildi sáttmálans

 

Stk. 1. Hesin sáttmáli broytir ikki verandi lønaravtalur, um tær eru betur enn hesin sáttmáli ásetur.

 

Stk. 2. Hesin sáttmáli kemur í gildi 1. mars 2017, og kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða skrivligari uppsøgn at fara úr gildi til ein 1. mars, tó í fyrsta lagi 1. mars 2019.

 

 

 

Tórshavn tann 20. februar 2017

 

 

 
Maskinmeistarafelagið                                                                     Reiðarafelagið fyri Farmaskip