Maskinmeistarafelagið, Sersáttmáli - Frálandavinna (smá)
 

 

Sáttmáli 2017 til prentingar 

 

►Special Agreement –  Enginemen on Small Vessels in the Offshore Industry (Guard and Chase Vessels) 2017

 


 

Reiðarafelagi fyri Farmaskip
og
Maskinmeistarafelagið
 Sersáttmáli fyri maskinmeistarar við smærri skipum í frálandavinnu
 
§1 Sáttmálaøki
Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um skip í frálandavinnu, sum í BT / KW liggja undir 3000, og har mynstrað verður pr. túr og avroknað verður í daglønum.
Stk. 2. Ásetingarnar í høvuðssáttmálanum millum RFF og Maskinmeistarafelagið eru ikki galdandi fyri hesi skip. Tó eru hesar greinar í høvuðssáttmálanum galdandi: § 1 stk. 1, §1, stk. 3, §2 stk. 9, §8, §9 stk. 2, §10, §16.
 
§2 Hýrur
Stk. 1. Maskinmeistarar mynstra pr. túr og verða avroknaðir pr. dag:
1. mars 2017:   2.161 kr. um dagin
1. mars 2018:   2.210 kr. um dagin
 

Afturat hesum kemur frítíðarløn sambært løgtingslóg um frítíð við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum. Reiðaríðið heldur útreiðslur av kosti umborð. Omanfyri nevndu hýrur hækka við sama % stigi sum lønartalvan.


Stk. 2. Reiðaríið flytir vegna manningina frá 1. mars 2009 5% til eina av báðum pørtum góðkenda eftirlønarskipan. Henda skipan er sjálvboðin fyri menn, sum eru fyltir 55 ár, ella eru tilknýttir reiðarínum styttri enn 2 mánaðir.

 

Stk. 3. Maskinmeistarar á skipum fevndum av hesum sersáttmála, ið eru settir í fast starv hjá reiðaríið, eru fevndir av felagsreglunum í høvuðssáttmálanum.

 
 
§3 Arbeiðskor
 

Stk. 1. Útmynstringin er í mesta lagi 6 vikur umborð, og 4 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir. Um silgt verður uttanfyri Norðurevropa er útmynstringin tó í mesta lagi 8 vikur umborð, og 4 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir.

 

Stk. 2. Um fari verður út um ávikavist 6 og 8 vikur umborð verður goldin ein upphædd svarandi til 25% av daglønini fyri hvønn dagin. Um fari verður 14 dagar út um ávíkavist 6 og 8 vikur, verður goldin ein upphædd svarandi til 50% av daglønini fyri hvønn dagin. Hetta er tó ikki galdandi um motorpassari ynskjur at vera longur umborð.

 

 

§4 Mynstring og uppsøgn
 

Stk 1. Hýringin er galdandi fyri ein túr í senn, frá maður fer heimanífrá til hann er heima aftur.

 

Stk 2. Um reiðaríið ynskir at fáa mann við aftur, skal hann boða frá hesum innan 7 dagar eftir at túrur er av.


Stk 3. Hevur maður lova seg við skipi, og vil hann geva avboð, so skal hetta gerast í seinasta lagi 3 dagar áðrenn farið verður. Halda partarnir ikki skyldu sína smb. hesi grein til at geva avboð rættstundis, so skal reiðari, sum er ov seinur at geva avboð, rinda eina samsýning, sum svarar til 50% av dagløni í 2 mánaðir.

 

Stk. 4. Maður sum gevur avboð ov seint skal rinda reiðarínum í samsýning upphædd, ið svarar til 15 ferðir daglønina, hetta er tó treytað av, at maður minst 10 dagar áðrenn farið verður, fær boð um nær farið verður..

 

 

§5 Bjarging
 

Um reiðaríið við sáttmála hevur frásagt sær rætt til bjargingarløn, hava skipari og stýrimenn ikki rætt til bjargingarløn.

 


§6 Gildi
 

Hesin sáttmálin kemur í gildi tann 1. mars 2017, og kann sigast upp frá báðum pørtum við 3 mánaða varningi, fyrstu ferð til 1. mars 2019.

 
Tórshavn tann 20. februar 2017
 
Maskinmeistarafelagið                                        Reiðarafelagið fyri Farmaskip