Sjómannadeild FF´s, Sersáttmáli - Frálandavinna

 

 
 
 

 

 

Sáttmáli millum

 

Føroya Fiskimannafelag Sjómannadeild FFs

 

og

 

 

Reiðarafelagið fyri Farmaskip

 

Sersáttmáli fyri Dekkarar og Kokkar við størri skipum í frálandavinnu

 

 

 

 

 

 

§1 Sáttmálaøki

 

 

Stk. 1.  Hesin sáttmáli fevnir um skip, sum eru útgjørd og góðkend til at halda vakt yvir einum og hvørjum, sum hevur við fólk at gera og  “Multi purpose standby, supply- og ankarhandling vessels”

Stk. 2.  Høvuðssáttmálin millum RFF og SjómannadeildFFs er galdandi fyri hesi skip í tann mun niðanfyri nevndu viðurskifti ikki víkja frá høvuðssáttmálanum. Undantiki er tó § 1 stk.9  og  § 6. stk. 6 í høvuðssáttmálanum sum ikki er galdandi.

 

 

 

§2 Hýrur

 

 

Stk. 1. Mánaðarliga hýran verður ásett við útgangsstøði í lønartalvu í høvuðssáttmálanum.

 

Stk. 2. Fasta mánaðarhýran er fyri 12 tímar um samdøgrið.

 

Stk. 3. Lønin er ásett í fylgisskjali til henda sáttmála og er at meta sum partur av hesum sáttmála.

Viðbót fyri ásetingina í § 5, stk, 1 í hesum sersáttmála fyri frálandavinnu (Multi purpose standby, supply- og ankerhandler vessels) er íroknað lønirnar í hesi lønartalvu. Hetta merkir, at verður ásetingin broytt, verður lønartalvan broytt samsvarandi.

 

 

 

 

§3 Yvirtíð

 

 

Um farið verður út um 84 tímar um vikuna, verður goldin yvirtíð sambært reglunum í høvuðssáttmálanum.

 

 

 

§4 Frítíð og útmynstring

 

Stk. 1. Arbeitt verður eftir einari 1 : 1 skipan. Ferðing er íroknað frítíð, tó í mesta lagi 3 dagar fyri hvørt skeið á 6 vikur.  Íroknað hesum frídøgum er frítíð sambært løgtingslóg um frítíð við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum.

 

Stk. 2. Útmynstringin er í mesta lagi 6 vikur umborð, og 3 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir. Um siglt verður uttanfyri Norðurevropa er útmynstringin tó í mesta lagi 8 vikur umborð, og 3 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir.

 

Stk. 3. Um farið verður út um ávikavist 6 og 8 vikur umborð verður goldi ½ frídagur eyka fyri hvønn dag út yvir. Um farið verður 14 dagar út um ávíkavist 6 og 8 vikur, verður goldið 1 frídagur eyka fyri hvønn dag út yvir teir 14. Hetta er tó ikki galdandi um dekkarin ella kokkurin ynskja at vera longur umborð. 

 

 

 

§5 Arbeiðssteðgur

 

Stk. 1. Dekkari og kokkur, ið mynstrað undir hesum sersáttmála frásiga sær rættin til at fara í arbeiðssteðg í eitt 4 ára skeið, roknað frá 1. mars 2016.

 

Stk. 2. Hýruhækkingar í høvuðssáttmálanum eru eisini galdandi fyri henda sersáttmála við somu gildiskomu.

 

Stk. 3. Sjálvt um sáttmálin er uppsagdur, og tíðarfreistin fyri endurnýggjan er úti, skulu partarnir yvirhalda gamla sáttmálan til ein nýggjur er góðkendur ella arbeiðssteðgur er settur í verk eftir reglunum niðanfyri.

 

Stk. 4. Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum til at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg eftir hesum reglum.

 

Stk. 5. Arbeiðssteðgur kann bert setast í verk um so er, at hann er rættstundis fráboðaður mótpartinum.

 

Stk. 6. Um tað er ætlanin at seta arbeiðssteðg í verk, skal tað kunngerast hinum partinum við serligum innskrivaðum brævi í minsta lagi 1 mánaða frammanundan, at arbeiðssteðgurin er ætlaður at verða settur í verk.

Stk. 7. Sum arbeiðssteðgur er her at rokna verkfall, verkbann, ella onnur niðurlegging av arbeiðinum. Tað er ikki loyvt at seta í verk arbeiðsteðg, meðan sáttmálin er í gildi.

 

 

 

§6 Bjarging

 

 

Um reiðaríið við sáttmála hevur frásagt sær rætt til bjargingarløn, hava dekkari og kokkur ikki rætt til bjargingarløn.

 

 

 

 

§7 Broytingar í mun til høvuðssáttmálan

 

Stk 1. § 7 stk. 10 í høvussáttmálanum fellur burtur, og ístaðin kemur henda orðing:  Nýtsla av rúsevnum í arbeiði, og undir ferðing til skipið, kann hava við sær uppsøgn alt fyri eitt uttan krav um hýru

 

Stk 2. § 7 stk.7 í høvussáttmálanum fellur burtur.

 

Stk 3. Frá 1 Mars 2002 eru hesar broytingar galdandi:

 

1.       Í § 4 stk. 1 í høvussáttmálanum  verða  7  álmanakkadagar  broytt til 5 álmannakkadagar.

 

2.       Verðandi § 4 Stk 2 í høvussáttmálanum  fer vekk og inn kemur hettar punkti niðanfyri:

 

Partarnir eru samdir um eina nýggja afturgjaldsskipan í samband við skeið og útbúgvingarætlanir sum ikki eru kravd, og sum hava eitt samlað virði yvir 30.000 kr.

 

Í samband við tílík skeið/útbúgvingarætlanir kann ein sjálvboðin skrivlig útbúgvingaravtala (sáttmáli) gerast við starvsfólkið um treytirnar fyri afturgjalding av skeið- ella útbúgvingargjøldum, sum reiðaríðið hevur goldið, til tess at mótvirka at starvsfólkið innan eitt tíðarskeið upp á hægst 12 mánaðir, sigur seg úr starvi hjá reiðarínum.

 

Sáttmálin skal í minsta lagi fevna um upplýsingar um samlaða skeiðsvirksemið, um hetta er býtt  sundur í fleiri eindir, skeiðsnavn ella -pakki, samlaða skeiðgjald, afturgjaldsreglur, um starvsfólkið sjálvt sigur seg úr starvi í reiðarínum saman við øðrum upplýsingum, sum hava týdning fyri málið.

 

Tað er semja um, at starvsfólkið sambært afturgjaldsskipanin teir fyrstu 2 mánaðirnar skal gjalda 100% av tí upphædd aftur, sum reiðarðíið sambært sáttmálanum hevur goldið. Eftir hetta verður samlaða upphæddin niðurskrivað við 10% fyri hvønn nýkomna mánað. Sáttmálin/afturgjaldsskyldan fer automatiskt úr gildi 12 mánaðir eftir at einkultu eindirnar av samlaða útbúgvingarpakkanum ella skeiðnum eru tikin

 

 

 

 

§8 Gildi

 

Hesin sáttmálin kemur í gildi tann 1.mars 2017, og kann sigast upp frá báðum pørtum við 3 mánaða varningi fyrstu ferð til 1. mars 2019.

 

 

Tórshavn tann 10. mars 2017

 

 

Føroya Fiskimannafelag Sjómannadeild FFs                        Reiðarafelagið fyri Farmaskip