Grafiska Yrkisfelagið

 

 

Sáttmáli til prentingar

 


 

Sáttmáli

 

Millum

 

Føroya Prentsmiðjufelag/Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Og

 

Grafiska Yrkisfelagið/Landsfelag Handverkaranna

 

2015 - 2017

 

 

§ 1 Sáttmálaøki

 

Stk. 1. Við løntakarar í hesum sáttmála er at skilja miðlagrafikarar og grafiskir tøkningar.

 

Stk. 2. Fyri at gerast faktor á prentsmiðju krevst, at viðkomandi hevur havt fast arbeiði á prentsmiðjuni í minsta lagi 16 samanhangandi vikur. Hetta er eisini galdandi fyri tey, hann skal vera faktor fyri. Faktorskipanin kann ikki broytast, um seinasti limurin í Grafiska Yrkisfelagnum, ið gevur rætt til faktor, fer úr starvi, og annar kemur ístaðin innan 16 vikur ÷ uppsagnartíðina hjá tí, sum fer úr starvi.

 

Stk. 3. Møguleiki er fyri at hava 1 faktor fyri hvørjar 3 løntakarar, tó í mesta lagi 1 faktor fyri hvønn yrkisbólk. Yrkisbólkarnir eru miðlagrafikarar og grafiskir tøkningar.

 

Stk. 4. Um so er, at faklærdur limur í Grafiska Yrkisfelagnumfær boðið at gerast faktor á prentsmiðju, avger hann sjálvur, um hann framhaldandi vil vera limur í Grafiska Yrkisfelagnum.

 

§ 2 Arbeiðstíðin

 

Stk. 1. Arbeiðstíðin verður sambært løgtingslóg nr. 37 frá 1. juni 1978. Hesar fyrisetingar raka ikki blaðprentsmiðjurnar, men har eins og aðrastaðni er vanliga arbeiðstíðin sambært oman fyri nevndu løgtingslóg, 2. grein, 2. stk.

 

Stk. 2. 15. min. verða til kaffiløtu fyrrapart og seinnapart.

 

Stk. 3. Verður arbeitt í skiftum, er arbeiðstíðin henda: fyrsta skifti 8 tímar, annað skifti 7 tímar og triðja skifti 6 tímar. Verður arbeitt í skiftum verða tvær ferðir 15 minuttir í kaffiløtu fyrsta og annað skifti, og eina ferð 15 minuttir triðja skift. Lønin verður sum fyri vanliga arbeiðsviku.

 

Stk. 4. Verður arbeitt í tveimum skiftum, verður hvørt skifti 12 tímar. Arbeiðsvikan við skiftiarbeiði eftir hesi grein verður 3 x 12 tímar. Seinna skifti fær eina tímaviðbót á 14,76% av tímalønini.

 

Stk. 5. Løntakarar, ið eru bundnir av hesum sáttmála hava skyldu at yvirhalda arbeiðstíðina, ið byrjar og endar avgjørt klokkuslag, og gera arbeiðið eftir besta førimuni.

 

Stk. 6. Er neyðugt hjá løntakara at biðja seg frí, kann hann fáa loyvi at arbeiða tíðarskeiðið aftur uttan fyri arbeiðstíðina fyri vanliga tímaløn, um prentsmiðjan loyvir hesum.

 

 

 

§ 3 Lønin

 

Stk. 1. Minsta tímalønin 1. mai 2015 er kr.136,90. Minsta vikuløn er kr. 5.476,00. Minsta mánaðarløn er kr.23.728,88. Henda løn er útroknað sum tímaløn x 173,33, ið er roknað sum 40x52/12.

 

1. mai 2016 verður tímalønin 139,98 kr.

 

 

Stk. 2. Eftir 8 ára starvsaldur verður lønin hækkað við 0,55% um tíman. Eftir 12 ára starvsaldur verður lønin hækkað við 1,48% um tíman afturat.

 

Stk. 3. Løntakari hevur rætt til at flyta starvsaldur frá einum arbeiðsplássi til annað, um løntakarin ikki hevur verið burtur frá arbeiðsøki sínum longur enn 3 ár.

 

Stk. 4. Normalarbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og skal tann dagliga arbeiðstíðin liggja millum kl. 7 á morgni og 18 á kvøldi frá mánadegi til og við fríggjadag.

 

Fyri arbeiðið innanfyri 40 tíma viku verður at samsýna fyri forskotna arbeiðstíð soleiðis:

Kl. 18-24        10,33% av tímalønini

Kl. 24-07        22,14% av tímalønini

 

Verður arbeitt forskotna tíð, skal hetta vara minst tveir fylgjandi dagar.

 

Stk. 5. Fyri ta tíð, løntakarin hevur út um fulla viku (fastsettu tíð) verður hann løntur við vanligari tímaløn.

               +   35 % fyrstu 4 tímarnar pr. dag

               +   65 % næstu 3 tímarnar pr. dag

               +  100% fyri fylgjandi tímar

               +  100% vikuskifti og halgidagar umframt teir í § 6 nevndu dagar.

 

Fólk við lutvísari arbeiðstíð, ið arbeiða eykatímar innan fyri normalarbeiðstíðina fáa vanliga tímaløn.

 

Stk. 6. Lærlingalønin er:

               1. árið 32 % av minstu tímaløn prentara.

               2. árið 40 % av minstu tímaløn prentara.

               3. árið 45 % av minstu tímaløn prentara.

               4. árið 55 % av minstu tímaløn prentara.

 

Lærlingur byrjar altíð á 1. ári. Er lærutíðin til dømis 3 ár, byrjar lærlingur á 1. ári og heldur so fram á 2. og 3. ári. Undantøk eru tó, tá ið lærutíðin verður stytt. Tá verður tað stytta tíðarskeiðið drigið av tí 1. árinum. Fær lærlingur til dømis 20 vikur stytta lærutíð, verður lærutíðin á 1. ári 32 vikur. Síðan flytur lærlingurin á 2. ári osv.

 

Stk. 7. Vikuskiftið byrjar fríggjakvøld kl. 24.

 

Stk. 8. Boð um yvirtíðararbeiði skulu helst verða givin fyri kl. 12. Boð um yvirtíðararbeiði í vikuskifti, skulu verða givin fyri kl. 12 fríggjadag.

 

Stk. 9. Fyri yvirtíðararbeiði skal gjaldið rundast upp til 15 minuttir.   

 

Stk. 10. Verður arbeitt yvir í 4 tímar, skal verða møguleiki fyri einum styttri matsteðgi, ið ikki verður frádrigin.

 

Stk. 11. Tá arbeiðsfólk verða kallað til arbeiðis uttanfyri teirra vanligu arbeiðstíð, skulu tey hava í minsta lagi tveir tímar løn, sambært §3.

 

Stk. 12. Sáttmálalønin er ein minstaløn og forðar ikki fyri, at virkini gjalda hægri løn.

 

Stk. 13. Har vandi er fyri at klæðini verða skalað, rindar arbeiðsgevarin útreiðslurnar til verndarklæði ella arbeiðsklæði.

 

Stk. 14. Arbeiðið skal skipast sambært galdandi løgtingslóg nr. 70 frá11.05.200 um arbeiðsumhvørvi.

 

 

§ 4 Setanarprógv

Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.

 

 

§ 5 Lærlingaviðurskifti

 

Lærlingaviðurskiftini skulu skipast sambært galdandi løgtingslóg.

 

 

§ 6 Serloyvi

 

Partarnir eru samdir um, at grafiska arbeiði, í tann mun tað ber til, skal røkjast av fólki við útbúgving innan yrkið sambært § 1, stk. 1.

 

 

§ 7 Frídagar

 

Stk. 1. Hesir dagar eru frídagar við løn: Nýggjársdagur, skírhósdagur, langafríggjadagur, 2. páskadagur, Dýri biðidagur, Kristi himmalferðardagur, 2. hvítusunnudagur, ólavsøkuaftan, ólavsøkudagur, jólaaftan, 1. og 2. jóladagur og nýggjársaftan.

 

Stk. 2. Hesir dagar eru hálvir frídagar við løn: Flaggdagur, 1. mai og 1. november.

 

 

§ 8 Summarfrí, frítíðarpeningur

 

Summarfrítíðin og frítíðarpeningurin verður sambært galdandi løgtingslóg um frítíð við løn.

 

§ 9 Lønútgjalding

 

Stk. 1. Prentsmiðjurnar lata løntakara lønina ein fastan vikudag, helst hvønn fríggjadag, ella eina ferð um mánaðin, so sum semja er um. Saman við lønarútgjaldingini skal útgreinaður lønarseðil fylgja við. Samstundis, sum lønin verður útgoldin, skulu øll sáttmálatengd gjøld avgreiðast.

 

Stk. 2. Eftirlønin er 14% av lønini. Hetta er eisini galdandi fyri lærlingar.

 

Stk. 3. Um løntakari, sum hevur verið í starvi í minsta lagi 1 ár hjá verandi arbeiðsgevara, doyr, meðan hann/hon er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/sambúgvi ella børn undir 18 ár, sum løntakari hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsitiløn fyri tann mánaðin, tá viðkomandi doyr, og 1 mánað fram.

 

Lønin verður roknað sum miðaltal av tí løn, sum er útgoldin av verandi arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar, sum viðkomandi hevur verið til arbeiðis.

 

Hetta stykki fellur burtur, um arbeiðsgevarin longu hevur teknað lývstrygging fyri løntakaran.

 

Stk. 4. Tá løntakari hevur rokkið almenna pensjónsaldurin, verður eftirlønin útgoldin sum við rætta lønarkvotientinum.

 

§ 10 Uppsagnartíð

 

Tá ið løntakari hevur starvast á prentsmiðju í eina viku, og framvegis arbeiðir har, kemur ein í bæði borð virkandi uppsagnartíð í gildi upp á eina viku. Uppsagnarfreistin verður tvær vikur í bæði borð eftir at løntakari hevur starvast á somu prentsmiðju í hálvt ár, tríggjar vikur í bæði borð eftir einum ári, fýra vikur í bæði borð eftir tveimum árum,  seks vikur í bæði borð eftir fimm árum og  átta vikur í bæði borð eftir tíggju árum.

 

§ 11 Sjúka, barsilsorlov

 

Stk. 1. Tá ið løntakari verður sjúkur, skal hann eftir áheitan vísa prentsmiðjuni læknaváttan.

 

Stk. 2. Lønútgjalding undir sjúku verður víst til ta til eina og hvørja tíð galdandi dagpeningaskipan.

 

Stk. 3. Munurin, sum løntakarin fær dagliga í løn og tað, sum verður veitt frá dagpeningaskipanini, verður goldið av prentsmiðjuni í hægst 13 vikur. Tó verður tikið fyrivarni fyri gr. 9 stk. 5 í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 . Henda skipan er at rokna frá 3. sjúkradegi

 

Stk. 4.  Í samband við barnburðarfarloyvi verður tann til eina og hvørja tíð galdandi lóggáva at galda.

 

Stk. 5. Sum sjúka er eisini at skilja vanlukka, sum løntakaranum verður fyri í samband við arbeiði hansara, eisini so sum nýtsla av etsandi ella eitrandi evnum.

 

Stk. 6. Vanlukkur uttan fyri starv prentarans eru prentsmiðjuni óviðkomandi.

 

 

§ 12 Álitisfólk

 

Stk. 1. Prentsmiðja, ið hevur 3 ella fleiri limir í Grafiska Yrkisfelagnum í starvi, kann hava álitisfólk.

 

Stk. 2. Álitisfólk skulu hava verið í starvi í eitt ár.

 

Stk. 3. Nevndirnar í Grafiska Yrkisfelagnumog Føroya Prentsmiðjufelag eins og leiðslan á prentsmiðjuni skulu skrivliga hava úrslitið av valinum at vita innan eina viku eftir at tað er farið fram. Er einki mótmæli móti valinum komið mótpartinum í hendi innan 14 dagar eftir valdagin, verður valið at rokna sum góðkent. Um mótmælt verður valinum, skulu nevndirnar báðar viðgera spurningin. Bert um nevndirnar eru samdar um at vraka valið, kann umval fara fram.

 

Stk. 4. Álitisfólkið er millumgongufólk millum starvsfólkið og prentsmiðjuleiðsluna, og skal gera sítt ítarsta fyri at arbeiðið fer siðiliga fram á prentsmiðjuni. Arbeiðsgevarin og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samarbeiði í dagliga yrkinum.

  

Stk. 5. Val av álitisfólki skal fara fram í apríl mánaða, og valið er bert galdandi í eitt ár. Álitisfólk kann veljast aftur.

  

Stk. 6. Uppsagnartíðin er vanlig uppsagnartíð + 4 vikur.

  

Stk. 7. Verður álitisfólk uppsagt, skal hetta gerast skrivliga og við grundgeving, sum báðar nevndirnar skulu hava eitt eintak av. Eru nevndirnar ikki samdar um at góðtaka uppsøgnina, kann hon leggjast fyri gerðarrætt, hvørs avgerð er bindandi.

 

§ 13 Tulking av sáttmálanum

 

Ósemja um tulking av sáttmálanum kann av øðrum partinum verður løgd fyri fasta gerðarrættin

 

 

§ 14 Uppsøgn av sáttmálanum

 

Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. mai 2015. Hann kann sigast upp av øðrum partinum við í minsta lagi 3 mánaða ávaring til ein 1. mai, tó fyrstu ferð 1. mai 2017.

 

 

 

 

 

Tórshavn, hin 6.mai 2015

 

 

Landsfelag Handverkaranna/                                                     Føroya Arbeiðsgevarafelag/

Grafiska Yrkisfelagið                                                                Føroya Prentsmiðjufelag

 

Durið Eyðbjørnsdóttir                                                               Jon Hestoy

           Rói Winthereig                                                                     Eirikur Lindenskov

Regin Davidsen                                                                       Kristoffur Laksá

Eli Brimsvík