Leiðbeining til setanarviðurskiftir

Í hesi leiðbeining lýsir Føroya Arbeiðsgevarafelag nøkur av teimum viðurskiftum, sum oftast koma fyri í sambandi við setanarviðurskifti og møguliga kunnu skapa trupulleikar. Henda vegleiðing skal eisini vera við til at skapa greiðari linjur millum arbeiðsgevara og løntakara, so at báðir partar sleppa undan óneyðugum ósemjum.

 
Serligur dentur verður lagdur á at lýsa viðurskiftini hjá arbeiðarum, handverkarum og starvsmonnum, av tí at hesir bólkar fevna um størsta partin av arbeiðsstyrkini. Aðrir sáttmálar verða ikki beinleiðis viðgjørdir, men ásetingarnar fyri omanfyri nevndu bólkar kunnu lætt førast yvir á hesar.
 
Vegleiðingin lýsir tær týdningarmestu ásetingarnar um setanarviðurskifti og er ætlað arbeiðsgevarum og virkjum. Um tit ikki fáa svarað tykkara ivamáli við at lesa hesa vegleiðing, ber altíð til at ringja til Vinnuhúsið.
 
Eru viðmerkingar til vegleiðingina, ella vilja tit hava ávís evni betur lýst, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Vinnuhúsið.