Tíðindi: Áskoðan Ι 16. oktober 2017
Tunnilslið - bomm fyri 7 milliónir?
Samstundis sum Búskaparráðið, Landsbankin og Fíggjarmálaráðið ávara ímóti at seta ov nógv í gongd, setir Henrik Old, Landsstýrismaður í Samferðslumálum, á stovn eitt tunnilslið, sum eftir øllum at døma skal kyrra fólk á smáplássunum um landið.
Samband

Marius Thomassen
ráðgevi

Fartlf: 739905
t-post: marius@industry.fo

 

Úr hvørjum króki hoyrist, at landi má halda meira aftur við at gera íløgur í so góðum tíðum, sum vit hava í Føroyum í dag. At Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommuna eru ósamd um innkomuveg  er so hvat tað er. Men at flyta játtanina til eitt tunnilstoymi, sum fer at brúka stóran part av árligu játtanini til at starta arbeiðið upp og at lukka niður aftur, er púra burturvið.

 

Um landsstýrismaðurin veruliga heldur tørv verða á hesum tunlunum, er skilabetri at farið verður  undir at fyrireika teir, so klárt er at seta arbeiðið í gongd, tá tíðirnar verða verri aftur, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018, skulu tunlar gerast til smærru bygdirnar, so sum til Tjørnuvíkar, Fámjins, Gjáar og Dals, so langt sum játtanin á 7 mió. kr. røkkur. Við hesum verður farið aftur til skipanina, sum vit høvdu í 80unum áðrenn kreppuna, har man fyri at sleppa undan at raðfesta, setti ov lítið av peningi av til hvørja verkætlan, men arbeiddi uppá ov nógvar verkætlanir í senn. Trupulleikin við hesum er, at fyri 7 mió. kr. um árið verður als eingin tunnil boraður, og endaliga úrslitið verður nógv dýrari, enn tá arbeitt verður effektivt við færri verkætlanum.

 

Landsverk brúkar ein eindarprís á 71.000 kr. pr. m. tunnil. Sambært hesari prísáseting røkkur játtanin á 7 mió. kr. til 98,5 m av tunli. Her skal tó takast hædd fyri at eindarprísurin er grundaður á útrokningar frá Viðareiðistunlinum, sum er tvísporaður, og sum verður gjørdur á mest effektivan hátt. Tí ber til at gera einsporaðan veg við víkiplássum, sum gerst nakað bíligari, men tó ikki til helvtina av nevnda prísi pr. metur, og so langt frá tí. Harumframt varð Viðareiðistunnilin bjóðaður út og gjørdur á effektivan hátt.

 

Landsverk gjørdi í 2013 eina útrokning av, hvat tunlarnir til smærru bygdirnar koma at kosta.

 

   - Tjørnuvík – 125 mió. Kr.

   - Fámjins – 114 mió. Kr.

   - Gjógv – 113 mió kr.

   - Dals – 230 mió kr.

 

Er fortreytin tann, at Tunnilsliðið, sum 7 mió. kr. eru avsettar til um árið, byrjar við at bora tunnilin til Gjáar og velur styttru leiðina, sum verður mett at kosta 113 mió. kr., kemur tað at vera koyrandi ígjøgnum til Gjáar í 2032, um byrjað verður í 2018. Síðani verður klárt at koyra ígjøgnum tunnil til Dals í 2064, til Tjørnuvíkar í 2081 og til Fámjins í ár 2097. Hetta man neyvan vera ætlanin.

 

Her eru sjálvandi fleiri faktorar, so sum projektering, byggipláss og útgerð (sum eisini skulu haldast við líka) og til- og avrigging á hvørjum ári,  sum ikki eru tiknir við. Men tað stutta av tí langa er, at tað verður trupult at koma ígjøgnum nakað berghol fyri 7 mió. kr. um árið, umframt samlaða íløgan verður væl størri orsaka av til- og avrigging upp til fleiri ferðir pr. tunnil.

 

Betur varð peningurin nýttur at fyrireika verkætlanir, sum kunnu setast í verk, tá tíðirnar gerast verri. Skulu umtalaðu tunlarnir til smærru bygdirnar borast, má Løgtingið játta peningin, tað kostar at fremja, og verklagslóg samtykkjast, so sum ásett er í játtanarskipan landsins. At stovna eitt tunnilslið fyri 7 mió. kr. um árið, er at halda fólkið á smáplássunum fyri gjøldur.

 

 

Fleiri Áskoðanir