Tíðindi: Áskoðan Ι 23. apríl 2018
Bústaðarpolitikkur peikar í allar ættir
Trupult at fáa greiðu á, um man frá almennari síðu ynskir at tað privata skal vera við til at lyfta uppgávuna at gera fleiri leigubústaðir í Føroyum.

Seinastu árini hevur mikið fokus verið á at útvega fleiri bústaðarmøguleikar og í fleiri umførum er heitt á vinnuligar aktørar um at bjóða seg fram. Í kommunum hava stórfundir verið um málið og vinnulívsfólk boðin inn til samrøður um fyri at avklára, hvat skal til fyri, at tær vilja verða við til at byggja ella fíggja íbúðir. Frá landsins síðu hevur eisini verið eftirlýst, at vinnufyritøkur bjóða seg fram at byggja bústaðir.

 

Alt gott um tað.

 

Tað almenna hevur við Bústøðum sett gongd á at byggja íbúðir, og fyri nøkrum mánaðum síðani fekk Bústaðir heimild at upptaka lán fyri at kunna byggja fleiri íbúðir. Tó er neyvan nakar ivi um, at Bústaðir einsamalt ikki klárar at nøkta tørvin á leigubústøðum, og tað er tí upplagt at tað almenna skapar røttu karmarnar fyri privatari vinnuligari luttøku á leigumarknaðinum. Burtursæð frá áheitanum um at luttaka, er tó lítið ítøkiligt í førda politikkinum, sum bendir á, at man ynskir privatar vinnuligar útleigarar.

 

Seinasti stuttleikin á skránni er lógaruppskotið um broyting í leigulógini, sum nú liggur í Løgtinginum, har almenni aktørurin, Bústaðir, fær betri treytir enn vinnuligir útleigarar í sambandi við útleigan av íbúðum. Politisk ynskir man sostatt ikki at javnstilla kappingina millum Bústaðir og vinnuligar aktørar á útleigumarknaðinum.

 

At Bústaðir hevur fingið atgongd til grundøki og bygningar fyri lítið og lætt og tann sannroynd, at einki avkastkrav er til grunnin, er eisini ein partur av søguni. Landstýrisfólkið, sum varðar av málsøkinum hevur, eftir tí, sum kom fram í Kringvarpinum í vikuni, ikki skilt málið.

 

Samanumtikið kann sigast, at Løgtingið sendir greið signal til tað privata um at halda seg burtur frá leigumarknaðinum. Signalini frá lands- og lokalpolitikarum eru mótstríðandi, tí samstundis sum landspolitikarar arbeiða fyri at gera møguleikarnar fyri privata vinnuliga útlegan verri, verður samstundis frá kommunalari síðu heitt á tað privata um at luttaka í bygging av leigubústøðum.

 

Politisku myndugleikarnir hava fleiri ferðir seinastu árini eftirlýst, at vinnan átekur sær at byggja bústaðir til útleigan. Nú tá marknaður er fyri hesum, og tískil vinnuligt grundarlag fyri at gera hesar íløgur, verður hálsað um, sjálvt um man veit, at Bústaðir ikki fer at megna at byggja allar teir leigubústaðir sum tørvur er á.

 

Um privatir aktørar hava hug at renna skríggjandi burtur frá at bjóða seg fram at byggja bústaðir er tað ikki løgið. 

 

 

 

Fleiri Áskoðanir