Stjórin hendan mánaðin
Torben Voss Nielsen
stjóri, Combine-IT

 

Navn: Torben Voss Nielsen
Aldur: 46 ár
Heimstaður: Tórshavn
Familja: Stakur.
Útbúgving: Krambakallur og datamatikari

Áhugamál: Uttandura ítriv av øllum slag, ferðing og góður matur.

Stjórin hendan mánaðin

  

Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?

 

Eg eru stjóri í fyritøkuni Combine-IT og stovnari av alarm.fo. Vit bjóða fram eina samskiftisskipan í ”The Cloud”. Fyritøkur kunnu við okkara loysn ómakaleyst samskifta við viðskiftafólk, starvsfólk og onnur áhugaði umvegis eina app.

 

Hvar heldur fyritøkan til?

 

á Ryggi 25, Nólsoy.

 

Nær varð hon stovnað?

 

Várið 2016

 

Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?

 

3,5

 

Vinnuligir karmar í Føroyum:

 

Hvat er tað besta, tað almenna hevur gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein seinastu 5 árini?

 

Tað er, at Tórshavnar kommuna hevur sett á stovn Hugskotið, har vit hava fingið innivist og góða hjálp at koma víðari, tá trupult hevur verið at sett røttu kós.

 

Hvat er tað besta tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?

 

Bjóða út alment fleiri (KT) uppgávur, soleiðis at tað er gjøgnumskygni og javnbjóðis kapping millum fyritøkurnar.

 

Hvussu eru almennu vinnukarmarnir  sum heild í Føroyum í mun til hjá líknandi fyritøkum í grannalondunum.

 

Gott at byrja virksemi og so koma víðari, tá inntøkan er í lagi og allir trupulleikar eru loystir. ”The Valley of Death” er sera djúpur í Føroyum og í mun til grannalondini, so er ongin Business Angel ella íleggjari, ið hevur visiónir sum útgangsstøði, men bert mammon.

Vit hava nógv sera góð fólk við hugskotum, áræði og dreymamyndum. Hesi fáa sett krøv um at gera virkisætlanir, ið krevja eina ph.d útbúgving innan fígging, sølu og fyriseting. Vit køva okkara møguleikar at menna nýggjar altjóða fyritøkur, sum høvdu givið okkum nýggj bein at standa á.

Tað almenna kundi sett seg fremst og gjørt eitt íløgufelag, bjóða føroyingum við, og so farið eftir teimum villu, vónleysu, kreativu og ikki bert ”Excell og Powerpoint” verkætlanunum. Hetta íløgufelag skuldi so givið íverksetarum krónu fyri krónu í mun til tað, ið stovnarin sjálvur setti í.

 

Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í  kommununi, har fyritøkan er?

 

Tær eru nøktandi.

 

Hvat kundi verið betri?

 

Vinnudagar, vinnuforum  ella vinnurráð, har vinnulívsfólk hittast og óformelt deila royndir, avbjóðingar, hugskot og ynski sína millum.

 

Hvussu er atgongdin til fígging av virkseminum hjá fyritøkuni?

 

Kassarnir eru stongdir. Tað er: ”Friends, Family and Fool(s)”, ið fíggja.  

 

Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa? (Um ja, nevn so tær týdningarmestu).

 

Fígging og PR virksemi er ikki er gott nokk (enn). Tað arbeiða vit við. Marknaðurin fyri betri samskifti er stórur.

 

Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?

 

Liggur í dvala og bíðar eftir næstu verkætlan, ella er vitin, ið vísur hvussu tað kann gerast, tá ein skal fáa eina føroyska fyritøku um allan heim.

 

 

Persónligt:

Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?

 

Frælsi til at kunna leggja tað mesta til rættis sjálvur. 

 

Hvat er tað mest avbjóðandi?

 

Sum íverksetari at skula avgreiða og duga ”alt” í fyritøkuni hevur tørv á. Nakað ið vanliga nógvir ymsir starvsbólkar annars høvdu loyst í einari størri fyritøku. 

 

Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?

 

60+

 

Hvør ert tú?

 

Nærlagdur,  ágrýtin og miðvísur.

Tá eg havi skilt eina uppgávur, so loysi eg hana. Hetta kann tó taka tíð, men tá hon er loyst, so er hon eisini liðug.

Spurningar um aktuell mál:

 

Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum? 

 

Tað eru 6 – 7 milliardir fólk, ið hungra eftir tí vit hava. Vit kunnu bara loyva teimum inn í landið, og so taka tað har frá.

 

Er atgongdin til arbeiðsmegi nøktandi?

 

Ja.

 

Merkir tú nakað til, at arbeiðsloysi er lágt?

 

Nei.

 

 


Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.

 

 

 

 

 

Fleiri Stjórar