Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Netið skal táttast um fiskimenn úr Evropa
Fylgisveinaeftirlit og elektroniskar loggbøkur. Ráðharraráðið í ES skeyt í farnu viku upp at hava eins eftirlit við øllum fiskiskapi frá Jammurvíkini til Sardinia. Ætlanin við uppskotinum er at noyða øll limalondini í ES at jagstra ólógligan fiskiskap, sum hóttir niðurfiskaðu stovnarnar av millum annað toski.

 

Sambært uppskotinum skulu limalondini hava eftirlit við fiskinum allan vegin, frá hann verður avreiddur og tilvirkaður, til hann verður fluttur á marknaðin og marknaðarførdur. Í hesum sambandi skal fiskurin kunna sporast gjøgnum alla ketuna.
 
Tá ráðharraráðið fyri tveimum vikum síðani kunngjørdi nýggjastu úrslitini frá ymisku fiskieftirlitunum, var stórur munur á, hvussu nógvar bøtur einstøku londini høvdu givið. Í nýggja uppskotinum, sum stjórnirnar í ES-londunum skulu góðkenna, verður eisini møguleiki at revsa limalondini.
 
Kelda: Ritzau 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi