Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι .
Meistaralæran skal á banan aftur
Nógvar organisatiónir duga ikki av álvara at gagnnýta teir møguleikar, sum standast av at arbeiða skipað við læru á øllum stigum í organisatiónini. Tað skrivar tíðarritið Ledelse i Da, og vísir á, at meistaralæran kann við fyrimuni endurnýggjast.

Lene Tanggaard, professari, og Tue Juelsbo, granskingarhjálpari, bæði av Aalborg Universitet, síggja serliga tveir trupulleikar, tá tað snýr seg um læru í organisatiónunum; at vitan hjá teimum, sum eru nýggj í starvinum, ikki verður brúkt, og at nógv gull hvørvur úr organisatiónini, tá roynd starvsfólk gevast. Tí vísa tey bæði á, at tað er tørvur á at menna nýggjar leistir fyri læru á arbeiðsplássum og í organisatiónum.

 

Støðan er hon, at formlig útbúgving ikki rúmar øllum svarinum til, hvussu hetta verður gjørt best. Men meistaralæra, hugsað í nýmótans høpi, gevur rúm fyri bæði djúpari praksis og fyri vilja til umstilling, halda tey bæði.

 

Tey síggja tí fleiri fyrimunir við í størri mun at brúka eitt nýmótans slag av meistaralæru, sum er treytað av og varðveitir, at tað í organisatiónini longu eru fólk, sum vita nakað.

 

Við at hugsa um klassiskt handverk og “gamaldags” meistarar, hava vit funnið út av, at tann mátin at hugsa læru – eisini ella kanska serliga – er viðkomandi í hesum tíðum. Serliga tá vit hyggja breitt eftir heitinum og nýtulka leiklutin hjá meistaranum, halda teir báðir serfrøðingarnir og leggja serligan dent á, at læran fer fram í dagligu uppgávunum.

 

Læran er ikki frákoblað gerandisdegnum. Hon hoyrir ikki bert heima í skeiðshølunum ella á skúlabeinki. Við tøkni og búskaparligum landsløgum, um alla tíðina broytast, loyvir tann nýmótans meistaralæran okkum at verða meira klár at umstilla okkum og meira klár at læra, tí tað er uppgávan og ikki læran hjá tí einstaka, sum er í miðdeplinum, siga Lene Tanggaard og Tue Juelsbo.

 

 

Kelda: lederne.dk

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi