Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Norska fiskivinnan ynskir betri marknaðaratgongd til ES og aðrar týðandi marknaðir
Eftir at Rusland hevur sett í verk handilsstongsul móti norskum fiskavørum, hevur samlaða norska fiskivinnan á sjógvi og landi stovnað nýggjan felagsskap, Sjømatallinsen, sum skal arbeiða fyri at beina burtur handilsforðingar til týðandi marknaðir. Endamálið er at fáa fulla marknaðaratgongd til marknaðir fyri norskar fiskavørur kring allan heim.

Nýggi felagsskapurin vísir á tær handilsforðingar, sum finnast fyri norskar fiskavørur, eisini á teimum mest týðandi marknaðunum.

 

Sjømatalliansen ynskir m.a. betri atgongd fyri norskar fiskavørur til ES-marknaðin. Felagsskapurin heldur ikki, at EBS-avtalan tryggjar norsku vinnuni nóg góða marknaðaratgongd, og leggur upp til, at nýggjar samráðingar verða við ES. Norska stjórnin hevur í hesum sambandi fráboðað, at ein frágreiðing um hetta, verður løgd fyri norska stórtingið til orðaskiftis komandi vár.

 

Stovnarar av Sjømatalliansen eru FHL, Norges Fiskarlag, Norske Sjømatbedrifters Landsforening, Norges Råfisklag, Norges Sildesalgslag, Salgslagenes Samarbeidsråd og Fiskebåt.

 

Norðmenn eru ikki einsamallir um at ynskja sær betri marknaðaratgongd fyri sínar fiskavørur. Eisini føroyskir fiskaframleiðarar og -seljarar hava víst á, at stórir partar av marknaðunum kring heimin reelt eru stongdir fyri  føroyskar fiskavørur, og er orsøkin sum oftast tørvandi veterinerar avtalur ella handilsavtalur. Føroyingar hava verri atgongd enn kappingarneytarnir til fleiri áhugaverdar marknaðir, og hetta ger útflutningin meira viðbreknan í støðum við handilspolitiskum tiltøkum ella tá høvuðsmarknaðirnir svíkja.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi