Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 16. mars 2015
Brim ársins unga virki
Fríggjadagin 13. mars var ungt virki hildið á torginum í SMS, har handilsskúlanæmingar og næmingar í Tekniska Skúla kappaðust um heiðurin og møguleikan at luttaka í DM í Danmark.

 

Ungu virkini gjørdu nógv burturúr við eitt nú virkisætlan, bási og framløgu á torginum. Millum spennandi hugskotini vóru aling av jomfrúhummara á landi, vitaminframleiðsla úr tara og ein app, ið hjálpir okkum at hava yvirlit yvir, hvat hendir í býarlívinum í Havn.

 

Kappingin var hørð, men úrslitið var, at Brim vann við síni vistfrøðiligu húðrøkt. Tær tríggjar Elisabet, Marianna og Turið eru longu komnar væl áleiðis við verkætlanini, og hava tær longu framt nakað av henni í verki. Beint í hølunum á Brim var FGS - Faroese Gourmet Seaweed, sum bleiv nummar tvey og eisini vann viðurkenningina fyri besta hugskot fyri teirra tarakrydd.

 

Nummar trý gjørdist Faroe Fish Fond við teirra fiskabót, sum er gjørd úr fiskaslógvi.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi