Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι .
Danskir lærlingar megna ikki uppgávuna
Ein nýggj kanning, sum Rambøl hevur gørt fyri Dansk Arbejdsgiverforening, vísir at einans 40% av Teknisku skúlunum í Danmark meta at teirra lærlingar eru klárir til arbeiðslívið.

 

Í Danmark hevur mann frá politiskari síðu ásett garanti fyri at lærlingar á Teknisku skúlunum fáa útbúgvingina. Hetta hevur merkt, at mann í stóran mun hevur flutt læruna av arbeiðsplássinum inn á skúla og á sonevnd praktikksentur.

 

Á Teknisku skúlunum viðurkenna tey eisini at krøvini frá vinnulívinum gerast hægri og hægri. Serliga er tað tøkniliga útviklingin, sum gongur skjótari á arbeiðsplássunum, enn á skúlunum. Á arbeiðsmarknaðinum snýr tað seg um kapping, og megna skúlarnir ikki at útbúgva lærlingarnar, sum megna uppgávurnar, sum fyritøkurnar hava, mugu fyritøkurnar antin lata uppgávurnar frá sær ella finna arbeiðsmegi aðra staðni, ásannar Lars Kunnov, stjóri fyri Teknisku skúlarnar í Danmark.

 

Harafturat er tað ikki nokk at vera fakliga sterkur. Fyritøkur ynskja motiveraðar lærlingar, tí tað er nemliga áhugi og ágrýtni, sum eru avgerandi fyri um ein lærlingur riggar á arbeiðsplássinum.

 

Í Føroyum hava vit framvegis meistaralæru, har lærlingurin fylgir og lærir frá einum meistara. Hetta tryggjar at lærlingurin bæði mennist fakliga og lærir at tilpassa seg arbeiðsplássið. Tað hevur stóran týdning at varðveita hendan læruhátt, tí at handverksfakið er í høvuðsheitum ein praktisk útbúgving, sum krevur at lærlingurin er hjá einum meistara, sum hvønn dag gevur sín kunnleika víðari. Tað ber ikki til at lesa seg til eina handverksútbúgving.

 

Tó hava Teknisku skúlarnir framvegis eins týdningarmiklan leiklut. Ástøðiligi parturin av læruni er nemliga virðismikil fyri menningina hjá lærlinginum. Tað hevur tí stóran týdning at yrkisútbúgvingarnar ikki longur vera niðurraðfestar. Eitt nú hava skúlarnir bert kapasitet at taka lærlingar inn einaferð um árið, sum merkir at arbeiðsplássini mangla allar lærlingarnar frá hvørjum árgangi samstundis.

 

 

 

 

Kelda: finans.dk

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi