Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Aliráðstevnan verður 4. mars 2016
- Setið kross í kalendaran nú.

 

Aliráðstevnan 2016 verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 4. mars. Aliráðstevnan er dagurin har føroyskur havbúnaður og onnur við áhuga fyri havbúnaðinum hittast at fáa nýggja vitan og íblástur, eins og møguleikar eru fyri at netverka.

 

So setið kross í kalendaran longu nú. Enn ber ikki til at melda seg til Aliráðstevnuna, men kunngjørt verður, tá latið verður upp fyri tilmeldingum, eins og skráin fyri ráðstevnuna verður kunngjørd tá.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi