Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι .
Seafoodplus, ES-granskingarverkætlanin heldur fram
Granskingarverkætlanin Seafoodplus heldur fram sum eitt forum, sum skal geva ES-myndugleikunum ráð um gransking og kallast nú ”Seafoodplus plattformurin”. Sí www.seafoodplus.org

”Granskingarverkætlanin Seafoodplus gekk sera væl og Seafoodplus er nú ein merkjavøra innan sjómatargransking – nýggi plattformurin byggir víðari á hetta arbeiði”, sigur Joob Luten varðapresidentur í Seafoodplus, ES ráðgevi og granskari á Nofima í Noregi. Luten er ein av fýra limum í arbeiðsbólki, sum hevur ment nýggja plattformin.

Bæði granskingarstovnar, virkir og vinnufeløg kunnu gerast limir í plattforminum og nú tvær vikur eftir almannakunngerðina hava 35 ymiskir stovnar meldað seg til.

Endamálið er, at hetta skal gerast plattformurin fyri øll, sum arbeiða við og eru áhugað fyri gransking innan sjómat. Endamálið er eisini, at hetta skal gerast staðið, har áhugaði fyri sjómatargransking tosa við einari rødd yvirfyri politisku skipanini, sum avgerð, hvat granskast skal í framyvir.

”Ætlanin er at skipa fyri eini altjóða ráðstevnu um árið umframt at skipa fyri verkstovum, hetta fyri at stimbra tvørfakligum samstarvi millum granskarar í Evropa, soleiðis at sjómatargransking í Evropa verður leiðandi í heiminum”, sigur Luten.

Seafoodplus verkætlanin var liðug við ársskiftið og var størsta granskingarverkætlan innan sjómat, sum ES hevur gjøgnumført. Umleið 200 granskarar frá 68 universitetum, granskingarstovnum og vinnufyritøkum í 17 londum luttóku. Kelda www.kyst.no

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi