Tíðindi: Ferðavinna Ι .
Ferðavinnustevnan av á hesum sinni
Fríggjadagin vóru nógv fólk í ferðavinnuni stødd á Hotel Føroyum á eini heldur øðrvísi stevnu, ið var skipað við fyrilestrum, verksmiðjum og gongukaffi.

 

Yvirskipaða evnið á stevnuni var samstarv, og evnini sum vóru viðgjørd á verksmiðjunum vóru:

  • samstarv millum økini
  • samstarv millum ferðavinnuaktørar
  • forðingar
  • ágóðar av samstarvi
  • burðardygg ferðavinna – hvat økini kunnu gera
  • burðardygg ferðavinna – hvat kunnu myndugleikarnir gera

Stuttu fyrilestrarnir vóru:
 

1) Visit Nólsoy, Tjóðhild og Barbara

2) Online marknaðarføring, Sølvi Jespersen

3) Ferðavinnuhagtøl, Simona

4) Heimablíðni, Bára Joensen

5) At selja tað upprunaliga, Olga Biskopstø

6) "Erla Z-Social Media", Erla Ziskasen

 

Á veitsluni um kvøldið vóru ársins heiðursbrøv handað:
 

Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Nancy Justinussen frá Atlantic Airways fór avstað við hesum heiðrinum við grundgevingini:
“Nancy veitir eitt tænastustøði í serklassa og spennir seg veruliga út fyri kundan. Hon hevur arbeitt í nógv ár í vinnuni men brennir framvegis fyri at fáa so nógv ferðafólk til Føroyar sum gjørligt. Hon hevur uppbygt sær eitt stórt proffesionelt netverk, møguliga hennara serliga tænastugeni at takka burturav. Vit seta øll stóran prís á tílík fólk í ferðavinnuni. “

Mimmy Vágsheyg frá Café Fríðu og Sunniva Arge frá Hotel Hafnia vóru eisini í uppskoti at fáa hetta heiðursbræv.
 

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.
 

Tað var Visit Nólsoy sum fekk hetta heiðursbrævið, og grundgevingin ljóðaði soleiðis:
“Visit Nólsoy hevur ment eitt tilboð, sum dregur ferðafólk til Nólsoynna sum ongantíð áður. Við øðrvísi tankagongd, nýskapanarhugi og framsýntum ætlanum hevur Visit Nólsoy sett Nólsoynna á ferðavinnukortið í Føroyum. Á Visit Nólsoy savna tey seg um tað staðbundna, tað burðardygga, røturnar, tað næra og vinarliga. Á ein nýggjan og øðrvísi hátt røkka tey kundaskaranum, leggja afturat virði til oynna og ikki slepst undan at blíva bitin av teimum.”

 

Reika Adventures og Eplafestivalurin vóru eisini í uppskoti til hetta heiðursbræv.

 

Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

 

Eirik Suni Danielsen, sum eigur og rekur Gjáargarð, var við hesum orðum valdur Ársins Eldsál:
“Eirik Suni livir upp á allar mátar upp til treytirnar at gerast ársins eldsál. Hann livir við hjarta og sál fyri Gjáargarði. Hann er ábyrgdarfullur og gevandi mótvegis grannaøkinum. Hann er óuppgjørdur og ósjálvsøkin og virkar allari ferðavinnuni at frama. Hvat skuldi ferðavinnan gjørt uttan Eirik Suna.”

 

Serligt heiðursbræv
Dómsnevndin ynskti eisini at handa eitt serligt heiðursbræv til Mariu á Lofti, sum longur enn nakar annar hevur marknaðarført Føroyar uttanlands og verið, ikki bara Atlantic Airways, holl, men allari ferðavinnuni.

 

Í dómsnevndini sótu Thora Augustinussen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Sølvi Simonarson fyri Kunningarstovurnar. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi