Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Føroyskar fyritøkur á messu í Brússel í vikuni
Týsdagin 25. apríl verður árliga messan Seafood Expo Global í Brússel, og aftur í ár eru føroyskar fyritøkur umboðaðar á føroyskum landabási.

 

Talan er um heimsins størstu fiski- og sjógætismessu, og føroyski básurin liggur sera væl fyri í høll 5, har flest øll vitjandi koma framvið.

 

Føroysku fyritøkurnar sum luttaka á landabásinum eru: Bakkafrost, JFK, North Pelagic, Pelagos, Hiddenfjord, Fiskavirkið, Varðin Pelagic, Landshandilin og Rainbow Seafood.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi