Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Føroya Prentsmiðjufelag og Grafiska Yrkisfelagið hava undirskrivað semju
Hósdagin 27. apríl skrivaðu Føroya Prentsmiðjufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag undir semju um nýggjan tvey ára sáttmála við Grafiska Yrkisfelagið og Landsfelag Handverkaranna.

 

Umframt broytingar í starvsaldursásetingini hevur semjan við sær eina lønarhækking, sum 1. mai 2017 er 2,15% og 1. mai 2018 2,3%. Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi