Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 8. mai 2017
Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF hava undirskrivað nýggjan tvey ára sáttmála
Týsdagin 2. mai gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF (Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum) semju um nýggjan sáttmála galdandi fyri tryggingar- og peningastovnsøkið.

 

Sáttmálin er galdandi í tvey ár, og partarnir samdust um eina lønarhækking á 2,2% 1. árið og 2,3% 2. árið.  

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi