Tíðindi: Shipping Ι 15. mai 2017
Reiðarafelagið fyri Farmaskip luttikið á aðalfundinum í ICS
International Chamber of Shipping umboðar altjóða shippingvinnuna

 

Mikudagin 10. mai og hósdagin 11. mai luttóku formaður og skrivari í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip (RFF) á ársaðalfundinum í International Chamber of Shipping í Istanbul.

 

ICS er hitt týdningarmesta altjóða vinnugreinafelagið fyri hesa vinnugreinina og umboðar yvir 80 % av heimshandilsflotanum. Tað er eisini ICS, sum umboðar vinnugreinina mótvegis altjóða stovnum og felagsskapum sum t.d. IMO.

 

Fyri RFF er tað tí týdningarmikið at vera limur í ICS og at luttaka á neyðugu fundunum her. Hetta gevur møguleika at møta umboðum frá hinum 29 londunum í ICS, sum øll hava beinleiðis tilknýtið til shipping vinnuna í heimlandinum. Shipping er ein altjóða vinna, og tí má eisini føroyska felagið arbeiða á altjóða pallinum. Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFF, er nevndarlimur í ICS.  

 

Í sambandi við aðalfundin gav ICS út ársfrágreiðing sína, sum sæst her. Her ber til at lesa um ymisk evni og avbjóðingar viðkomandi fyri shipping vinnuna, m.a. CO2 útlát, svávul í brennievni, flóttafólk í Miðalhavninum og sjórán.

 

Tað er eisini ICS, sum stendur fyri og gevur út Shipping Industry Flag State Performance Table, sum sæst her.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi