Tíðindi: Havbúnaður Ι 22. mai 2017
Alifeløgini rudda alifirðirnar í viku 23
Í sambandi við aðalfundin í Havbúnaðarfelagnum 11. mai varð avgjørt at skipa fyri ruddingardegi í viku 23, t.e. ein av døgunum 6.-9. juni.

 

Á ruddingardegnum fara starvsfólk hjá alifeløgunum at rudda allar alifirðirnar fyri rusk og burturkast. Ætlanin er, at ruddingardagurin skal vera afturvendandi tiltak á hvørjum ári.

 

Endamálið við ruddingardegnum er at tryggja, at rusk og burturkast, sum kemur rekandi inn á alifirðirnar verður tikið upp og burturbeint á rættan hátt. Vónandi kann ruddingardagurin eisini vera viðvirkandi at styrkja tilvitskuna millum fólk um týdningin av einari reinari náttúru. Harumframt ynskja alifeløgini at vera við til at menna ein hugburð, har rusk og burturkast verður tikið upp so hvørt, sum fólk varnast tað.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi