Tíðindi: Oljuvinna Ι 29. mai 2017
Nýggjur lýsingafilmur um Føroyar sum sjóvinnutjóð
Endamálið við filminum er at lýsa Føroyar sum eitt framkomið oyggjasamfelag og varpa ljós á tær sjóvinnutænastur, sum føroyskar fyritøkur, havnir og myndugleikar kunnu veita. Stutt sagt: at marknaðarføra Føroyar sum sjóvinnutjóð og ein kappingarføran tænastudepil.

 

Oljuvinnufelagið hevur saman við Uttanríkis- og vinnumálaráðnum latið gjørt lýsingafilmin, og filmurin hevur fingið heitið “Children of the Sea”. Kovboyfilm hevur staðið fyri framleiðsluni.

 

Filmurin er almennur, og øll eru vælkomin at brúka filmin í egnari marknaðarføring.

 

Fleiri upplýsingar um føroyskar sjóvinnutænastur og fyritøkur eru at finna á heimasíðuni www.maritime-services.com.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi