Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. juni 2017
Kunningarfundur um vinnu ph.d verkætlanir og stuðul
Hevur tú hugsað um eina granskingarverkætlan, sum kann loysa eina ítøkiliga avbjóðing, menna fakligu førleikarnar og skapa vøkstur í tykkara fyritøku ella tykkara vinnu? Nú er møguleiki at søkja stuðul til eina slíka verkætlan.

 

Vinnuhúsið og Granskingarráðið skipa fyri kunningarfundi um stuðulsmøguleikar og um vinnu ph.d. skipanina.

 

Greitt verður frá endamálinum við skipanini og krøvunum til umsóknir.

 

Fundurin verður í Vinnuhúsinum mikudagin 21. juni kl. 15.00.

 

Øll eru vælkomin

 

Tvey umsóknarumfør

Umsóknirnar verða skrivaðar og viðgjørdar í tveimum umførum:

 

Í fyrra umfari skal eitt hugskot lýsast. Ein stutt verkætlanarlýsing skal skrivast. Dentur skal leggjast á væntaða nyttuvirðið fyri fyritøkuna og granskingarumhvørvið og á styrkta fakliga netverkið millum fyritøku og granskingarumhvørvi.

 

Umsóknarfreistin í hugskotsumfarinum er 1. september 2017 kl. 12. Serstakt oyðublað skal nýtast til endamálið.

 

Les meir um stuðulin og tak oyðublað niður her.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi