Tíðindi: Áskoðan Ι 26. juni 2017
Tilfeingisgjaldið frá fiskivinnuni eigur at fara í Búskapargrunn
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir staðiliga til, at tilfeingisgjaldið verður beint í Búskapargrunn. Hetta er ikki ætlanin sambært uppskotinum um nýggja fiskivinnulóggávu.

 

Stóra málið á politisku dagsskránni í Føroyum seinastu árini hevur verið nýskipan av fiskivinnuni. Málið liggur nú í vinnunevnd Løgtingsins, sum eigur stóru avbjóðingina at laga uppskotið til støðutakan í løgtinginum. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur givið síni sjónarmið til kennar bæði mótvegis landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og á fundi í vinnunevndini. Í hesi umberingini fer felagið tí at lata flestu okkara meiningar annars í mun til lógaruppskotið liggja.

 

Tó er eitt mál, sum lítla ella onga umrøðu hevur fingið, hvørki í almenninginum og at síggja til heldur ikki í politisku skipanini. Tað er málið um, hvørt tilfeingisgjaldið skal beinleiðis inn á fíggjarlógina ella í Búskapargrunnin. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tilfeingisgjaldið eigur at setast í Búskapargrunnin.

Seinast, tá lógin um Búskapargrunnin var til politiska viðgerð, vísti Føroya Arbeiðsgevarafelag á, at rættast hevði verið at vent aftur til upprunaligu orðingina í lógini um Búskapargrunnin. Upprunaliga orðingin ásetti, at eisini tilfeingisgjaldið frá fiskivinnuni skuldi í grunnin.

 

Verður hetta gjørt, og gjaldið lagt í Búskapargrunnin, ber til yvir nøkur áramál t.d. 5 ella 10 ár at javna tann partin av inntøkunum á fíggjarlógini, sum stava frá tilfeingisgjaldi. Soleiðis hevði borið til at tryggja føroyska búskapin ímóti teim stórum sveiggjum, sum tilfeingisinntøkurnar náttúruliga hava.

 

Ein slík broyting hevði eisini merkt, at hesar inntøkurnar í ávísan mun eisini kundu enda sum ein uppsparing, sum í síðsta enda kundi verið brúkt til strategiskar íløgur, gjørdar fyri at betra um fíggjarliga haldførið á føroyska búskapinum.

 

Eyðkennið fyri fiskivinnuna er, at hetta er ein vinna, sum yvir longri áramál er merkt av stórum sveiggjum, sum í flestu førum eru íkomin av útifrákomandi orsøkum. Marknaðarprísur og tær nøgdir, sum koma til sølu frá fiskivinnuni, hava stór sveiggj, sum vit onga ávirkan hava á.

 

At gera fíggjarlógina tengda at sveiggjandi inntøkum heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki verða skilagóðan politikk í mun til at tryggja stabilitet í búskapinum, hvørki uppá styttri ella longri sikt.

 

Felagið heitir tí staðiliga á vinnunevndina og løgtingið alt, um at tillaga lógaruppskotið soleiðis, at tilfeingisgjaldið verða lagt í Búskapargrunn, fyri síðani at gera av, hvussu hesar kunnu nýtast fyri at tryggja ein stabilan føroyskan búskap.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi