Tíðindi: Oljuvinna Ι .
Heimleiðistiltak: Oljuríkt móðurgrýti eystanfyri Føroyar
Mánadagin 25. september kl. 15.00 fer Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, at hava eina framløgu í Vinnuhúsinum. Hetta er í samband við Vísindavøkan á ferð.

 

Seinastu árini hava starvsfólk á Jarðfeingi granskað og viðgjørt data av føroysku undirgrundini av nýggjum. Á heimleiðisfundinum verða hesi úrslit løgd fram, og Óluva Eidesgaard vísir á áhugaverdar og nýggjar møguleikar í føroyska økinum.

 

Oljuvinnufelagið skipar fyri tiltakinum, sum er alment, og øll eru vælkomin.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi