Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι .
7,2 mió kr. tøkar at søkja frá Fiskivinnuroyndum
Umsóknarfreistin er 4. desember 2017.

 

Fyri at kveikja áhugan at gera praktiskar, vinnuligar ella vísindaligar royndir innan fiskivinnuna, letur Fiskivinnuroyndir á hvørjum ári stuðul til verkætlanir innan hesi høvuðsøki:

 

-    Burðardyggur fiskiskapur
-    Royndarveiða og virðisøking av fiski
-    Búskaparliga og samfelagsliga menning av fiskivinnuni í øllum liðum.

 

Tilsamans 7,2 mió kr. væntast at verða tøkar til at stuðla við, og freistin at søkja er sett til 4. desember 2017 kl. 12.00.

 

Serligt umsóknarblað skal nýtast tá søkt verður. Umsóknarblað og meira kunning finst á heimasíðuni hjá Fiskivinnuroyndir her.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi