Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Ger fyritøkuna sjónliga á Jobmatch 2017
Leinkjan.fo er heimasíða, har fyritøkur kunnu skráseta verkætlanir og størv til lesandi, og á henda hátt fáa samband við føroyingar undir lesnaði. Vinnuhúsið luttekur á Jobmatch 2017 og fer at vísa á møguleikarnar við leinkjan.fo.

 

Vinnuhúsið eigur og rekur leinkjan.fo, og endamálið við heimasíðuni er at skapa sambond millum fyritøkur og føroyingar undir útbúgving. Fyritøkur kunnu skráseta verkætlanir og lestrarstørv á leinkjan.fo, og eisini ber til at síggja yvirlit av føroyskum lesandi innan ymisk virkisøki.

 

Ein verkætlan er ein smærri ella størri uppgáva um viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri tína fyritøku. Hetta kann t.d. verða eitt samstarv um eina kandidatritgerð.

 

Eitt lestrarstarv er antin eitt lønt parttíðarstarv í fyritøkuni, har innihaldið í starvinum er viðkomandi fyri lesnaðin, ella eitt tíðaravmarkað starv, har tann lesandi arbeiðir sum part av útbúgving síni, og starvstíðin verður góðskrivað frá útbúgvingarstaðnum.

 

Royndir vísa, at bæði fyritøkur og lesandi fáa ágóðan av samstarvi í lestrartíðini, tí fyritøkan fær hjálp og nýtt innlit til ymiskar uppgávur og lesandi fáa eitt tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

 

Vitja heimasíðuna leinkjan.fo ella set teg í samband við Vinnuhúsið fyri at frætta meira um møguleikarnar fyri tína fyritøku.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi