Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
NATA lýsir eftir umsóknum
Nú er aftur møguleiki at søkja um stuðul frá NATA. Til ber at søkja um stuðul innan ferðavinnumenning og marknaðarføring og um ferðastuðul.

 

Umsóknarfreistin er týsdagin 20. februar 2018.

 

NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at styrkja ferðamøguleikarnar og mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.

 

NATA letur tvey sløg av stuðli:
1. Ferðavinnumenning og marknaðarføring
2. Ferðastuðul

 

NATA er serliga áhugað í verkætlanum, ið leggja áherðslu á burðadygga ferðavinnu.

Nærri upplýsingar um stuðulsmøguleikarnar fáast við at lesa vegleiðingina, sum liggur á heimasíðuni nata.fo ella við at venda sær til NATA á nata@industry.fo. Søkt verður umvegis heimasíðuna.

Umsóknarfreistin er týsdagin 20. februar 2018. Umsøkjarar fáa svar 10. apríl 2018. Stuðul kann ikki søkjast til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 10. apríl 2018.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi