Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Nú ber til at melda til Aliráðstevnuna
Nú er tilmeldingin opin til Aliráðstevnuna, sum verður 2. mars á Hotel Føroyum.

 

Um dagin verða sum vant framløgur um ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri Havbúnaðin og eisini verður besta úrslit kjósað fyri ávíkavist alistøðir á sjónum og smoltstøðir. Um kvøldið hittast luttakararnir til sosiala samveru, góðan mat og undirhald. Í mun til undanfarin ár verður tann broyting, at hesin parturin byrjar beint sum aliráðstevnan er liðug, og verður eisini skipaður øðrvísi enn vanligt.

 

Meldast kann til Aliráðstevnuna her.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi