Tíðindi: Ferðavinna Ι 26. februar 2018
Heiðursbrøv í ferðavinnuni
Aftur í ár verða heiðursbrøv handað á Ferðavinnustevnuni.

 

Bólkarnir eru:


Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

 

Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

 

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.


Tilnevningar kunnu sendast sum boð til Ferðavinnustevnuna á Facebook ella við telduposti til birita@industry.fo í seinasta lagi sunnudagin 11. mars kl. 18.00.

 

Í dómsnevndini sita umboð fyri Ferðavinnufelagið, Visit Faroe Islands og Kunningarstovurnar.

 

Ferðavinnustevnan verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 16. mars og verður skipað við dagtiltaki og veitlsu um kvøldið, tá ið eisini heiðursbrøvini verða handað.

 

Boðað verður frá, tá ið møguligt verður at tekna seg til Ferðavinnustevnuna.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi