Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 26. februar 2018
Tornkranaskeið í Føroyum
Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri tornkranaskeiði í Føroyum. Hetta er samstarv millum Eftirútbúgvingargrunnin Vitan og danska skeiðsdepilin EUC Nordvestsjælland.

Tað er ein sannroynd, at alsamt fleiri stórir bygningar verða bygdir í Føroyum. Til at reisa hesi bygningsverk verður aloftast ein tornkrani nýttur. Hesir tornkranar svinga í høgum hæddum, og krevur hetta serligt skeið, sum skal verða góðkent av Arbeiðseftirlitinum.

 

Endamálið við at hava skeiði í Føroyum heldur enn uttanlands er at skeiðsluttakarnir fáa roynt seg undir teimum arbeiðsumstøðum, sum eru galdandi í Føroyum. Somuleiðis er tað munandi lættari at fáa ein mann hendan vegin at undirvísa, í mun til at senda tólv mans av landinum á skeið.

 

Skeiðshaldari er Roland B. Olsen, sum hevur fleiri enn 30 ára royndir sum undirvísari og skeiðshaldari í tornkrana á EUC Nordvestsjælland. Fyriskipari er eftirútbúgvingargrunnurin ”Vitan”, sum er ætlaður at skipa fyri eftirútbúgvingarskeiðum, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna.

 

 

Fakta um Vitan: Eftirútbúgvingargrunnur fyri handverksvinnuna, sum veitir fíggjarligan og tekniskan stuðul til handverkarar og handverksmeistarar til eftirútbúgving, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna.

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi