Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Aðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag
Mikudagin 14. mars hevði Havnar Handverksmeistarafelag aðalfund.

 

Fyri vali stóðu Sámal Erik Hentze og Torbjørn Hansen. Eisini stóð Pauli Hofgaard fyri vali sum tiltakslimur. Allir vórðu afturvaldir.

 

Í nevndini sita sostatt Sámal Erik Hentze, Magnus Magnussen, Torbjørn Hansen, Kartin Lenvig og Stein Olvur Petersen. Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin á sama hátt sum eftir aðalfundin seinasta ár við Sámal Erik Hentze sum formanni og Magnus Magnussen sum næstformanni.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi