Tíðindi: Shipping Ι 19. mars 2018
Yvirlit yvir flaggstatir, og hvussu teir klára seg
Føroyska flaggið stendur seg væl í talvuni

 

International Chamber of Shipping (ICS) ger hvørt ár eitt yvirlit yvir heimsins skipaskrásetingar – the Flag State Performance Table. Útgávan fyri 2017/2018 kann takast niður her.

 

Yvirlitið gevur nakrar viðkomandi ábendingar um, hvussu teir einstøku flaggstatirnir um allan heimin klára seg. Tað greinar, hvussu flaggið klárar seg í mun til ávís viðurskifti so sum port state control, ígildissetan av altjóða sáttmálum á maritima økinum og luttøku á IMO fundum. 

 

Yvirlitið finst eisini í einari samvirknari útgávu, har eisini ber til at leita og samanbera fløgg.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi