Tíðindi: Ferðavinna Ι .
Ferðavinnustevnan av á hesum sinni
Fríggjadagin vóru nógv fólk í ferðavinnuni stødd á Hotel Føroyum. Skráin hevði serligt atlit at ferðavinnumøguleikum, og á veitsluni um kvøldið vóru árligu heiðursvbrøvini handað.

 

Endamálið við stevnuni var at skjóta ferðavinnuárið 2018 í gongd við íblásandi framløgum, sum kasta ljós á teir møguleikar, ferðavinnan kann bera við sær.

 

Framløgurnar vóru:

 

-   Ferðavinnutilboð á bygd, Eirik Suni Danielsen, stjóri á Gjáargarði
-   Visión 62, Sigmund Signarsson, stjóri á Rib62
 HEIMABLÍDNI - útgávan hjá Onnu & Óla, Anna og Óli Rubeksen
-   Stakeholder cooperation – the key to our destination marketing, Halldór Óli Kjartansson, Visit North Iceland
-   How visibility of tourism products increases tourism in a destination. A case study from Iceland, Hjalti Baldursson, stjóri á Bókun
 On building a brand - A Saga of success and failures, Baldvin Esra Einarsson, stjóri á Saga Travel

 

Á veitsluni um kvøldið vórðu ársins heiðursbrøv handað:

 

Ársins ferðavinnufólk:

Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

 

Pól Sundskarð, Hiking.fo fór avstað við hesum heiðrinum við grundgevingini:
“Hann stílar høgt, hann er virkin sum fáur og fer óttaleysur nýggjar leiðir. Við nærlagni og kærleika vísir hann stoltur fram Føroya land. Leingi hevur tørvur verið á einum sum honum. Einum sum tekur á seg at samskipa gongutúrar, og sum harvið er við til at hækka yrkisdugnaskapin á økinum. Hjartaliga takk fyri tað. “

 

Tórstein Christiansen frá GreenGate Incoming og Noomi K. Rasmussen, ferðavinnusamskipari í Sunda Kommunu, vóru eisini í uppskoti at fáa hetta heiðursbræv.
 

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

 

Tað var Óli Kristian á Torkilsheyggi / Navia sum fekk hetta heiðursbrævið, og grundgevingin ljóðaði soleiðis:

“Við jaligum og nýhugsandi hugburði hava tey stillisliga og á búskaparliga burðardyggan hátt megnað at menna eitt tilboð, sum veitir eina sansaliga og nýhugsandi heildaruppliving fyri ferðafólk, sum er og kennist ektað og burðardygg. Eitt tilboð sum tekur støði í siðbundna umhvørvinum, sum er kring kjarnuvirksemið í Navia, og sum í roynd og veru er storytelling, tá ið hon er uppá tað allarfagrasta. ”

 

HK Bussar og Gásadalsgarðurin vóru eisini í uppskoti til hetta heiðursbræv.


Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

 

John Mikkelsen, matstovuleiðari Heima í Havn, var við hesum orðum valdur Ársins Eldsál:
“Hann er tænastusinnaður fram um alt. Hann er ein úrmælingur innan sítt yrki, og hansara yrkisdugnaskapur gjøgnumsúrgar alt virksemi hansara. Hann borgar fyri góðsku og er ein fongur fyri yrkisgreinina. Hann setur dám á sítt umhvørvið og hevur verið við til at lyft matstovuvinnuna á tað støðið, hon er á í dag. Ikki eru nógvir sum hann, hóast átrokandi tørvur er á teimum.”


Serligt heiðursbræv
Dómsnevndin ynskti eisini at handa eitt serligt heiðursbræv til Ingigerð á Trøðni:
“Hon var ein av teimum, ið sá ferðavinnuna, tá ið hon næstan ikki var har. Hon sáddi, nørdi, fjálgaði og gjørdi sítt til, at ferðavinnan fór at spíra. Sum undangongufólk var hon við til at stovna Kunningarstovuna í Havn, har hon var leiðari í 25 ár. Í gongufelagnum gekk hon undan við at veita reglulig tilboð við gongutúrum kring allar oyggjarnar til føroyingar og ferðandi í Føroyum. Nógv, ið starvast í vinnuni í dag, hava verið undir kønu hond Ingigerðar, og kunnu tey verða takksom fyri tað. Litríka og bergtakandi frásøgukvinnan er enn sum áður holl í ráðum og ein varði í føroyskari ferðavinnu.”

 

Í dómsnevndini sótu Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Simonsen fyri Kunningarstovurnar. 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi