Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
44 afrikansk lond undirskrivað avtalu um sínamillum fríhandilsøki
Nýggja fríhandilsøkið verður millum tey størstu í heiminum

 

Á toppfundi í Kigali, Rwanda í farnu viku undirskrivaðu 44 afrikansk lond avtalu um sínamillum fríhandil, African Continental Free Trade Area (AfCFTA). Harumframt undirskrivaðu 27 lond eina protokoll um frælsa flyting hjá persónum millum londini. Áðrenn fríhandilsavtalan kann koma í gildi, skal hon góðkennast av tjóðartingunum í einstøku londunum, og miðað verður eftir, at avtalan skal koma í gildi innan árið er úti. Tó verður væntað, at tað fer at ganga ein tíð, áðrenn allir smálutirnir eru avgreiddir.

 

Nýggja avtalan er størsta avtala um fríhandil síðani WTO-avtaluna í 1995. 10 lond valdu tó ikki at undirskriva avtaluna, herundir eisini Nigeria, sum er fólkaríkasta land í Afrika og eisini hevur størsta búskapin. Tó verður væntað, at summi av hesum 10 londum fara at gerast partur av avtaluni seinni. Um øll 55 londini í afrikansku uniónini gerast limir, fer fríhandilsøkið at fevna um umleið 1,2 mia. fólk.

 

Tá avtalan kemur í gildi, verður tollfrælsi fyri 90% av vørunum, meðan tollurin á teimum síðstu 10% stigvíst skal avtakast seinni. Harumframt verður eisini handilin við tænastum liberaliseraður.

 

Væntað verður, at fríhandilsavtalan fer at økja munandi um samhandilin millum londini. Í løtuni er bert umleið 10% av samhandlinum sínamillum afrikansk lond, meðan 90% er handil við lond uttanfyri Afrika.

 

 

Keldur: www.cnn.com, www.aljazeera.com

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi