Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 17. apríl 2018
Sáttmálin fyri flogskiparar longdur
Sáttmálin gongur út 27. apríl á midnátt.

Fyrr í kvøld kallaði semingsmaðurin, Terje Sigurdsson, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya til fundar.

 

Semingsstovnurin metir, at eitt høvðusmál í samráðingunum millum partarnar ikki er nóg væl viðgjørt. Mett verður, at tað er neyðugt, at partarnir í felag viðgera henda spurningin neyvari, áðrenn samráðingar um nýggjan sáttmála halda fram.

 

Hetta verður gjørt við heimild í § 9, stk. 4 í lóg um semingsstovn, sum sigur at, “Semingsfólk kunnu krevja, at ávís stríðsmál vegna faktøkni ella ónøktandi samráðing verða viðgjørd fyri seg, antin undan semingsroyndini ella aftaná seming um høvuðsstríðsmálini. Semingsfólk kunnu áseta freistir fyri hesum.

 

Semingsstovnurin heitti tí á partarnar um at leingja galdandi sáttmála til 27. apríl á midnátt, og hesum eftirlíkaðu bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

 

Hetta merkir samstundis, at ein møguligur arbeiðssteðgur ikki kann byrja fyrrenn leygardagin 12. mai.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi