Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 23. apríl 2018
Aðalfundur í Ferðavinnufelagnum
Mánadagin 16. apríl var aðalfundur í Ferðavinnufelagnum. Árni Olsen og Henny á Líknargøtu stóðu fyri vali, og Oddbjørg Højgaard valdi at takka fyri seg í nevndini fyri Ferðavinnufelagið.

Árni Olsen og Henny á Líknargøtu vórðu afturvald, og Sakaris Frederiksen var valdur inn í nevndina. Sakaris Frederiksen hevur í fleiri ár verið virkin tiltakslimur í nevndini. Nýggjur tiltakslimur gjørdist Tórstein Christiansen.

 

Nevndin skipar seg á næsta nevndarfundi.

 

Eftir formligu skránna vitjaðu starvsfólkini á nýggju menningardeildini á Visit Faroe Islands.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi