Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 30. apríl 2018
Føroya Handverksmeistarafelag havt aðalfund
Hósdagin 26. apríl hevði Føroya Handverksmeistarafelag aðalfund. Nýggjur í nevndini er Dávur Høgnason.

 

 

Føroya Handverksmeistarafelag er samansett av lokalfeløgunum í Havn, Eysturoynni, Klaksvík, Vágum og Suðuroy.

 

Fyri vali hesaferð stóð umboðið fyri Meistarafelagið í Klaksvík. Kjartan Hansen tók ikki við afturvali. Dávur Høgnason var tí innstillaður vega Meistarafelagið í Klaksvík. Eisini innstillaði Meistarafelagið í Klaksvík Frimodt Rasmussen sum eykalim. 

 

Í nevndini sita eisini Magnus Magnussen, Petur Frank Joensen, Jens Kristian Haraldsen og Sjúrður Holm.

 

Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin á sama hátt sum eftir aðalfundin seinasta ár við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi