Tíðindi: Handilsvinna Ι 30. apríl 2018
Tveir nýggir nevndarlimir í Handilsvinnufelagnum
Eyðvør Berg og Sophus Dal Christiansen nýggir nevndarlimir í Handilsvinnufelagnum

 

 

Týsdagin 24. apríl 2018 var aðalfundur í Handilsvinnufelagnum. Gunnar Mohr og Tummas Hanus Dam stóðu fyri vali.  Gunnar tók við afturvali, meðan Tummas Hanus valdi at takka fyri seg eftir drúgva tænastu í felagnum. Vegna nógvu uppstillingarnar til nevndarvalið gjørdi Rodmundur Nielsen av at taka seg úr nevndini.


Í nýggju nevndini í Handilsvinnufelagnum sita Petur Eirik Djurhuus, Regin W. Dalsgaard, Gunnar Mohr, Eyðvør Berg og Sophus Dal Christiansen. Tiltakslimir eru Bergur R. Dam Jensen og Axel Mc Intosh.
 

Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi