Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 30. apríl 2018
Lættari at finna runt í norðurlendska regluverkinum
Nú verður lættari hjá føroyskum fyritøkum, sum vilja stovnseta fyritøku í einum norðurlandi, at kunna seg um galdandi lóggávu í ymisku londunum. Norðurlandaráðið hevur stovnsett ein leinkjuportal, sum leiðir til regluverkið um stovnsetan av fyritøkum, rekruttering av starvsfólki ella sølu og handil.

 

Norðurlandaráðið hevur almannakunngjørt leinkjuportalin Norden Business, sum hevur savnað viðkomandi leinkjur til almennar stovnar og regluverk, sum leggja karmar um at reka fyritøku í norðurlondunum.

 

Endamálið við portalinum er at geva eitt yvirblikk yvir lógir og reglur í einstøku norðurlondunum, við at velja einstaka landi og soleiðis fáa eitt skjótt yvirlit yvir, hvat er galdandi viðvíkjandi stovnsetan av fyritøkum, rekruttering av starvsfólki ella sølu og handli í teimum einstøku norðurlondunum.

 

Umframt leinkjuportalin er eisini møguleiki at finna leinkjur til viðkomandi myndugleikar, har tað ber til at fáa persónliga vegleiðing. Portalurin er á svenskum, donskum, finskum, norskum og íslendskum máli.

Málbólkurin er serliga smærri og miðalstórar fyritøkur, sum ynskja at stovnseta fyritøkur ella finna starvsfólk á norðurlendska marknaðinum.

 

Atgongd til leinkjuportalin er: http://nordenbusiness.org/home

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi