Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 07. mai 2018
Ulla Joensen nýggj forkvinna í KT-felagnum
Felagið hevði aðalfund í farnu viku.

 

 

Aðalfundurin hjá KT-felagnum varð hildin mánadagin 30. apríl.

 

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jan Ziskasen, Snæbjørn B. Jacobsen og Ólavur Ellefsen, umframt Júst í Túni Vang sum tiltakslimur. Øll vórðu tey afturvald. Í nevndini sita eisini Ulla Joensen, og Fróði Magnussen. Nevndin er sostatt tann sama, men hesaferð skipaði nevndin seg við Ullu Joensen sum forkvinnu.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi