Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 22. mai 2018
Enn eitt skeið í BK17, kapittul 1-3
Orsakað av stórum eftirspurningi skipa Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið enn einaferð fyri skeiði í nýggju byggireglunum, sum tekur støði í bygningskunngerðini, BK17. Skeiðið verður á Hotel Hafnia týsdagin og mikudagin 29. og 30. mai. Freistin at tekna seg er á middegi fríggjadagin 25. mai.

 

Fyri at brynja byggivinnuna til at umsita og handfara nýggju byggireglugerðina, BK17, skipa Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið í samstarvi við Landsverk fyri skeiðum í nýggju byggireglunum.

Sum ein liður í at førleikamenna vinnuna endar hvørt skeið við einari roynd, ið – um royndin verður staðin – gevur eitt próvbræv. Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið arbeiða fram ímóti, at byggiharrar og byggimyndugleikar í framtíðini kunnu krevja, at tey, sum søkja um byggiloyvir, í ávísum førum skulu hava próvbræv fyri at hava staðið roynd í BK17.

Skeiðið, sum verður týsdagin og mikudagin 29. og 30. mai, standa Marius Müller, deildarleiðari í Tórshavnar kommunu, og Rúni Abrahamsen, arkitektur hjá MAP Arkitektum fyri, og hetta skeiðið tekur støði í kapittul 1-3 í BK17.

 

Skráin fyri skeiðið er hendan:

 

Dagur 1
08.15 Morgunmatur
08.30  Innleiðing

08.45 Býarskipan og byggisamtyktir

09.15 Byggilógin og tilbúgvingarlógin

09.30 BK17 - Innleiðing til alla kunngerðina

09.45 BK17, kap. 1 - Fyrisitingarligar ásetingar

12.15  Døgurðasteðgur

13.00  BK17, kap. 2 - Byggiregulerandi ásetingar

15.15  BK17, kap. 3 - Innrætting av bygningum

16.00  Liðugt

 

Dagur 2

08.15  Morgunmatur

08.30  Innleiðing

09.00  Bk17, kap. 3 - Innrætting av bygningum

12.15  Døgurðasteðgur

15.00  BK17, kap. 6 - Inniumhvørvi

16.00  Liðugt

 

Kostnaðurin fyri skeiðið er 4.000 kr. Um ein ynskir at fara upp í roynd, er prísurin 1.500 kr.
 

Tilmeldingin, sum er bindandi, fer fram hjá Byggiharrasamtaki Føroya, t-postur: malu@lv.fo, tlf. 290 880, og við at rinda luttøkugjaldið á kontu nr. 9181-128.220.6 og viðmerkja ”BK17 skeið”.
 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi