Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 04. juni 2018
Sáttmálasamráðingar við Maskinmeistarafelagið
Sáttmálasamráðingarnar halda fram.

 

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið um maskinmeistarar, sum arbeiða á landi í privatari vinnu eru byrjaðar. Partarnir hava handað krøvini til sáttmálan og samráðingarfundir eru avtalaðir hesa vikuna.

 

Sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið gekk út 1. juni, men partarnir hava avtalað at leingja sáttmálan til 8. juni.

 

Hetta eru næstu samráðingarnar, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. maj 2018 og endar 30. apríl 2020.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi