Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 25. juni 2018
”Vegurin sum arbeiðspláss” varð hildið í síðstu viku
Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan stendur fyri førleikamenning av føroyskum handverkarum. Í Síðstu viku tóku 15 handverkarar og arbeiðsmenn skeiðið ”Vegurin sum arbeiðspláss.

 

Hetta er eitt kravt skeið, tá arbeitt verður á vegunum, og tí er at fegnast um at 15 fólk nú hava endurnýggja ella tikið skeiðið av fyrsta sinni. Skeiðið ”Vegurin sum arbeiðspláss” varð skipað í samstarvið við EUC Nordvestsjælland, sum vanliga stendur fyri hesum skeiði í Danmark. 

 

”Vitan” Eftirútbugvingargrunnurin hjá byggivinnuni fyriskipaði skeiðnum.

 

 

Fakta um Vitan: Eftirútbúgvingargrunnur fyri handverksvinnuna, sum veitir fíggjarligan og tekniskan stuðul til handverkarar og handverksmeistarar til eftirútbúgving, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi