Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 25. juni 2018
Aðalfundurin mintist Poul Mohr
Áðrenn farið varð undir vanligu skránna á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, nýtti formaður felagsins, Bogi Jacobsen, høvið at minnast Poul Mohr, sum andaðist 16. juni, við hesum orðum:

 

“Í dag hava vit verið og fylgt Poul Mohr til gravar.

 

Tey flestu kenna Poul Mohr sum ímyndina av Tórshavnar Skipasmiðju.

 

Fleiri varðar standa eftir Poul Mohr, men í hesum sambandi mugu vit nevna hansara stóra leiklut sum nevndarlimur og formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag.

 

Poul Mohr varð valdur í nevndina í Havnar Arbeiðsgevarafelag í 1969, og var hann nevndarlimur har fram til 1993, harav 16 ár sum formaður.

 

Í 1977 varð Poul Mohr valdur í nevndina í Føroya Arbeiðsgevarafelag, har hann sat fram til 1993.

 

Í samfeld 24 ár var Poul Mohr sostatt virkin sum nevndarlimur og formaður í hesum feløgum.

 

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag vil í dag nýta høvi at takka Poul Mohr fyri hansara stóra íkast í felagsarbeiðið í Arbeiðsgevarafelagnum, tí hetta er eingin sjálvfylgja.

 

Takk fyri.”

 

 

Á myndini sæst Poul Mohr, tá hann sum formaður í Havnar Arbeiðsgevarafelag undirskrivar sáttmála við Carl Johansen, formann í Havnar Arbeiðsmannafelag, eftir verkfallið í 1985. Á myndini er eisini Oddfríður Gregersen.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi