Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Trýfalda søla av umhvørvismerktum fiski
Bretska handilsketan Sainsburys hevur upp á 1 ár nærum trýfalda søluna av umhvørvismerktum fiski, og hevur hetta síðsta árið selt fyri næstan 330 mió. krónur.

 

Søluvirðið á umhvørvismerktum fiski hjá Sainsburys er økt úr 116 mió.kr. til 327 mió.kr. uppá eitt ár.
 
Sainsburys selur tvífalt so nógvan MSC-góðkendan fisk sum nøkur onnur handilsketa í Bretlandi. Síðstu 12 mánaðirnar hevur sølan verið methøg. Fyri fimm árum síðani seldi Sainsburys bara umhvørvismerktan fisk fyri umleið 43 mió.kr.
 
Umleið 10% av øllum sjómati, sum Sainsburys selur, er MSC-góðkendur fiskur. Handilsketan hevur júst boðað frá, at tey nú eisini selja MSC-góðkenda hýsu. Við hesum eru tað nú 54 fiskavørur í handlunum hjá Sainsburys, sum hava umhvørvismerki.
 
Tað er sera hugaligt at kundarnir stuðla burðardyggari fiskiveiðu við at keypa MSC-góðkendan fisk. Okkara mál er at bjóða MSC-góðkendan fisk í tann mun hetta letur seg gera, sigur Ally Dingwall, sum er leiðari fyri innkeypi av fiskavørum hjá Sainsburys.
 
Har tað ikki er møguleiki at fáa MSC-góðkenning, brúka vit okkara egnu skipan til at meta um burðardygd, sigur Ally Dingwall.
 
Kelda: IntraFish
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi