Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι 16. august 2010
Skeið í dampsperru og gipsboygging
Tekniski Skúlin í Klaksvík skipar í døgunum 24. og 25. august fyri eftirútbúgvingarskeiði fyri handverkarar og onnur áhugaði.

 

Talan er um skeið í at uppseta dampsperru og at boyggja gips, sum eru løgd saman, soleiðis at tú mást luttaka á báðum skeiðum. Í lýsingartilfari sigur Tekniski Skúlin í Klaksvík, at skeiðið er ætlað handverkarum/timburmonnum, sum dagliga fáast við hetta arbeiðið, men at onnur áhugað eisini eru vælkomin.
 
Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 1.000, íroknað skeiðstilfar og kost fyri báðar dagarnar.
 
Fleiri upplýsingar um skeiðið síggjast á heimasíðuni www.tsk.fo og seinasta freist at melda til er í morgin 17. august.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi