Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι 9. juni 2008
Leiðarar skulu ikki bara mennast – teir skulu útbúgvast
Leiðarar raðfesta ofta persónliga menning, tá teir skulu velja eftirútbúgving, vísir nýggj kanning. Men tað kann verða eitt gott hugskot fyri fyritøkurnar at seta strategi og handilsskap á tímatalvuna.

 

Persónlig menning ella at skilja handilsskap? Tað er eingin ivi um, at leiðarar raðfesta menning av egnum førleikum, tá teir skulu eftirútbúgva seg.
 
Ein nýggj kanning frá DI Business Academy vísir, at 40% av leiðarunum helst vilja menna teirra leiðsluevni, og 0% vilja menna teirra fakligu fatan, tá teir fara á skeiðir og útbúgvingar. Bert knapt 10% raðfesta teirra fatan av handilsskapi og búskaparligu síðurnar av fyritøkuni høgt. Og hóast tað í flestu førunum er ovasta leiðslan, sum avger, um ein leiðari skal eftirútbúgvast, er tað ofta leiðarin sjálvur, sum avger, hvat skeið hann ella hon ynskir at luttaka á.
 
Steen Hildebrandt, professari á Handilsháskúlanum í Århus, leggur dent á, at leiðarar á øllum leiðslustigum hava tørv á venjing, soleiðis at teir kenna til strategileistarnar. Hann leggur dent á, at av tí at leiðsluútbúgving er ein leypandi tilgongd, skulu persónlig menning og strategisk fatan fylgjast til tess at fáa ein góðan leiðara.
 
Anders Harbo, sum er leiðslumenningarstjóri í DI, er samdur. Tað er gott at leiðarar fokusera uppá at menna teirra førleikar. Tað er ein fyrimunur fyri fyritøkuna at hava sterkar leiðarar, men tað er neyðugt at hugsa samanhangandi millum strategiina hjá fyritøkuni og persónligu menningina hjá leiðaranum, sigur hann.
 
Steen Hildebrandt heldur, at avgerðin um, hvat skeið leiðarin skal á, skal verða tikin í felag – væl at merkja við støði í strategiini hjá fyritøkuni. Avgerðin um, hvørji skeið leiðarin skal á, skal verða tikin í samstarvi millum leiðarin og ovastu leiðsluna. Tað er nakað sum tosað verður um, soleiðis at man veit, hvat verður væntað av einum, og hvat skeiðið skal brúkast til.
 
Kelda: DI Business
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi