Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι 25. oktober 2010
Evnisdagur um nýskapan, íverksetan og vitan
Hósmorgunin verður kunnandi fundur um nýskapan og íverksetan í Norðurlandahúsinum. Tað eru umboð frá Nýskøpunarmiðstøð Ísland,s sum eru í Føroyum og kunna um íslendsku nýskapanar og íverksetanarskipanina.

 

Fróðskaparsetrið og Vinnumálaráðið hava í hesi vikuni vitjan av umboðum frá Nýskøpunarmiðstøð Íslands og rektaranum á, Keilir; Hjalmari Árnason. Tey eru komin til Føroyar at greiða frá nýskapanar og útbúgvingarumhvørvinum á fyrrverandi herstøðini í Keflavík.
Hósmorgunin verður kunnandi fundur fyri áhugaði í Norðurlandahúsinum har gestirnir fara at greiða frá um íslendsku skipanirnar.

Fundurin verður hósdagin 28. oktober frá kl. 9 – 12 í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi