Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι 25. oktober 2010
Hósdagin 25. november skipar Vinnunám fyri kunnandi tiltaki um alment/kommunalt innkeyp, herundir útveiting
Á tiltakinum verður kunnað um alment, kommunalt innkeyp og hvussu hetta verður praktiserað í Føroyum í dag og hvørjar ætlanirnar eru á hesum øki framyvir. Greitt verður frá reglum á økinum, og hvussu innkeyp frá tí almenna og kommunala gongur fyri seg.

 

Tiltakið er m.a. ætlað fyritøkum, sum selja til tann almenna- og kommunala geiran, umframt tey, ið luttaka í innkeypi í tí almenna- og kommunala geiranum. Øll áhuga eru tó vælkomin.
 
Á skránni verða upplegg frá Vinnumálaráðnum og Kommunusamskipan Føroya. Harafturat koma tveir gestaluttakarar frá ávíkavist Dansk Industri og Gribskov kommunu. Gribskov kommuna hevur havt góð úrslit at vísa á, á hesum øki.
 
Kostnaður, stað og skrá verða kunngjørd seinni.
 
 
Vinnunám er felagsheiti fyri skeið og tiltøk, ið eru fyriskipað av Vinnuhúsinum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi